Klokkan 15 fer Jóhan Hendrik Ellefsen at bríksla fyri fyrstu ferð í Sarpugerði, har Víkingur fær vitjan av sigraða toppliðnum KÍ. Grannarnir hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í Klaksvík vann KÍ 1-0, og í Sarpugerði endaði tað við málleysum javnleiki. Hetta var fyrra av tveimum ferðum higartil, at KÍ er farið av vøllinum uttan fulla úrtøku. Seinna ferðin var næstsíðsta hóskvøld, tá ið B36 fór úr Klaksvík við 1-1 javnleiki.
Felags fyri KÍ og Víking er, at Europa luttøkan í summar tykist hava tært upp á spælararnar, sum eftir summarsteðgin ikki hava avrikað við tí yvirskotinum, sum avrikini fyrr í ár annars vóru eyðkend av. Bæði liðini vunnu seg víðari í europeisku kappingunum, og tí var talan ikki um summarsteðg hjá spælarunum, sum harvið ikki hava hildið frí frá fótbólti í tað mesta av einum ári.
Hjá KÍ rakar tað meint, at Deni Pavlovic og Odmar Færø eru skaddir. Tvær ferðir fyrr í ár eru tvey mál farin ígjøgnum hjá KÍ í heimligu kappingunum. Í 4-2 heimasigrinum ímóti NSÍ og í hálvfinaluni mikukvøldið, tá ið tað í Sørvági endaði 2-2. Felags fyri hesar báðar dystirnar var, at Odmar Færø ikki var í KÍ miðverjuni. Umframt Deni Pavlovic og Odmar Færø er Jonn Johannesen skaddur.
Jesper Brinck, sum síðani í summar hevur verið uttanfyri við brákaðum rivjabeini, varð mikukvøldið í Sørvági skiftur inn, tá ið tað restaði eitt korter.
Hjá Víkingi er Olaf Bárðarson langtíðarskaddur, og Noah Mnenéy er leikbannaður, eftir at hann í fyrru hálvfinaluni mikukvøldið, tá ið úrslitið ímóti HB var 2-2, sá reyða kortið, eftir at hann tvær ferðir hevði sæð gula kortið.