Botnurin smurdi toppin av

Hoyvíkingar sýndu enn einaferð, at teir hava gott tak á Kyndli, og ikki minst, so stríðast teir altíð til tað seinasta

Hondbóltur

Sum vit nevndu í leygardagsútgávu okkara, so hevur tað ofta verið so, at hoyvíkingar hava hug at arga Kyndil, tá grannauppgerðir millum feløgini eru á skránni.
At dysturin hesaferð varð leiktur leygardag, og at Kyndils-leikararnir tí kanska eisini høvdu kannað sær bitan, áðrenn teir kundu taka sær av løttum eitt leygarkvøld, mundi ikki hjálpa teimum nakað serligt í so máta.

Øll tekini vóru greið
Og tað var eisini skjótt greitt leygardagin, at um Kyndil ikki spældi við fullari ferð, orku og konsentratión, so kundi tað skjótt ganga galið.
Hoyvíkingarnir tóktust so ongan tíð hava ætlanir um at lata nakað sum helst fara lættliga, og longu fyrstu løtuna fóru teir undir at toga seg frá Kyndli. Í Levi Nybo hava teir eisini ein málverja, sum við risafetum gongur upp móti teimum allar bestu, og saman við verjuni syrgdi hann fyri, at Kyndil í øllum førum ikki skuldi koma sær fram at nøkrum løttum málum.
Av røttum skuldu allar ávaringarlampur hjá Kyndli fari at lýst longu hesa fyrstu løtuna, men har hendi tó millum lítið og einki. Teir fingu eisini ein at kalla ókeypis møguleika at koma aftur í dystin, tá hoyvíkingar eina løtu drógust við tríggjar útvísingar, og í greiðum yvirtali eydnaðiast eisini Kyndli at vinna seg upp á javnt. Eitt skifti var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast liðnum at toga seg heilt leyst. Finnur Hansson, sum ofta roynir tað spektakulera, heldur enn tað sum gagnar liðnum mest, tóktist hava eydnuna við sær hesa løtuna, og hann sendi nakrar sannar perlur upp um verjugarðin og niður undir yvirleggjaran hjá H71. Og eisini Jacob Jónsson tók nú fatur í takt-stokkinum, soleiðis sum hann er vanur, og tá er sjáldan stuttligt at standa fyri.

Mansverjan steðgaði øllum
Men hoyvíkingar fingu tó skjótt steðgað hesum seinasta. Teir løgdu alt fyri eitt ein leikara út á Jacob, og steðgaði aftur fullkomuliga upp hjá Kyndli. Hoyvíkingar togaðu seg alt fyri eitt beint undir liðina á teimum grønu, og fyrstu lítlu løtuna togaðu teir seg aftur framum.
Og so fór tað alla tíðina at verða tungt hjá Kyndli. Tí hóast liðið telir hópin av leikarum, sum mugu roknast millum teir allar bestu føroysku, so megnaði liðið ongan tíð at fáa nakra skipan á spælið, nú Jacob Jónsson fekk sín lut skerdan. Tað fær tó ikki annað enn undrað, at Høgni Klein varð hildin so leingi á beinkinum hesa løtuna. Av leikarum á liðnum man hann helst vera tann, sum er næstur Jacob í leiklutinum sum spælstýrari. Um tað hevði hjálpt Kyndli, er so ein ósøgd søga, men uttan nakra stýring, gjørdist úrslitið rættiliga sjálvsagt. Alt ov ofta busaðu bakkarnir bara beint á verjuna, og heldur enn at breiða spælið, so varð einasta alternativið at tveita bóltin inn á strikuna, og tó at Kyndil eisini her hevur ein landsliðsleikara, so er avmarkað, hvat hesin fær gjørt, um bóltarnir støðugt og einvíst verða tveittir inn móti miðjuni. Ørvur á Lag kom eisini væl frá uppgávuni, tá hann eitt skifti avlastaði Levi í málinum, og tá Levi so kom inn aftur seinastu 10 minuttirnar, hevði hann fingið lyklarnar til málið við av beinkinum, og teir vórðu snaraðir rætta vegin.

Eyðmýking
At Kyndil bert skeyt trý mál seinasta korterið, sigur helst alla søguna um álopspartin, og heldur ikki í verjupartinum gekst teimum grønu serliga væl. Fyrst og fremst Halgir Dahl Olesen fekk sera leysar teymar, og tó at Kyndil eftir eitt tiltrongt time-out fór út at mansverja bæði hann og Gerster, so var ov seint at venda gongdini. Og at Esbern Patursson so ístaðin trakaði til, mundi bara gera ilt verri hjá Kyndli. Fyri hvørt málið frá hvítu monnunum, stardu Kyndils-eyguni alt meira niður í gólvið, og fyri leikararnar mundi tað kennast sum ein stórur, tá floytan ýldi eftir 30 minuttir. Ein lætti, tí við táverandi dystargongdini í huga, so er lítil ivi um, at hoyvíkingarnir høvdu skorað so nógv fleiri mál afturat, um minuttirnir vóru fleiri í tali.
Men hóast hesa eyðmýkingina, so hava teir í Kyndli ikki ráð til at hanga við høvdinum leingi. Longu komandi vikuskifti er toppdystur á skránni móti StÍF á Skála, og skal Kyndil nú ikki missa sambandið við oddin eina løtu, so er neyðugt við sigri í teirri uppgerðini.
Hovyíkingar skulu tá royna seg móti KÍF, og so er spurningurin, hvørt teir tá kunnu prógva, at talan ikki bert var um eitt einstakt hæddarlop, men at liðið veruliga er um at koma á beint eftir at fýra teir fyrstu dystirnir á árinum allir endaðu við tapi.

Dysturin í tølum
Kyndil-H71 26-33 (16-15)
Málskjúttar
Kyndil: Hans Áki Dal-Christiansen 10(6), Finnur Hansson 7, Josef Abrahamsen 3, Høgni Klein 3, Jacob Jónsson 2, Janus Einar Sørensen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 11(4), Henrik Gerster 9(2), Heini Bendtsen 3, Esbern Patursson 3, Johnny Durhuus 3, Tróndur Vatnhamar 2, Magnus Dahl Olesen 1, Niels Viggo Niclassen 1
Brotskøst: Kyndil 8, H71 8
Útvísingar: Kyndil 2, H71 5
Dómarar úr Neistanum: Kristian Johansen & Sámal Hansen. Høvdu ikki stórvegis trupulleikar av lágu leikferðini í dystinum.