Boubacar og B68 vóru flúgvandi í Vágum

Eftir at hava verið aftanfyri 2-0 vendu toftamenn øllum á høvdið í Sørvági, har Boubacar skoraði hattrikk

Tað er øgiliga gott lag í reyðu B68 leguni í Sørvági. B68 hevur við rimmar 6-2 sigri ímóti 07 Vestur sagt farvæl – fyribils í hvussu so er – við plássini skeivu megin niðurfytingarstrikuna. Trivaligi sigurin á Dungasandi ber við sær, at B68 hevur 17 stig og lyftir seg av níggjunda og fram á sjeynda pláss. Tað er bara eitt stig fram til 07 Vestur.

 

Fyrstu løtuna bendi einki á, at B68 skuldi fara úr Sørvági við fullari úrtøku. Fremsti maður hjá 07 Vestur – Mads Borchers – legði heimaliðið á odda bæði 1-0 og 2-0, og verjuspælið hjá gestunum av Toftum sá ikki so sannførandi út.

 

Undan steðginum eydnaðist tað B68 at minka um munin. Málskjútti var Boubacar Sidik Dabo, og tá ið liðini sóust aftur á vøllinum eftir steðgin, var tað sjón fyri søgn, at gestirnir av álvara ætlaðu at venda gongdini.

 

Kring vøllin sóust og hoyrdust reyðu fjeppararnir alla tíðina, og tað var skjótt, at tað gav úrslit á vøllinum, at teir reyðu í B68 nógv meiri enn heimamenninir ofraðu seg ein fyri allar og allir fyri ein. Toftamenn vunnu nærdystirnar, teir runnu meiri fyri hvønn annan, teir spældu seg til fleiri málmøguleikar, og trý av málunum vóru fín langskot.

 

Boubacar Sidis Dabo skoraði hattrikk, Mohamed Samba økti til 4-2, innskifti Steffan A. Løkin skoraði til 5-2, og í tíðini, sum dómarin legði aftrat, varð Mohamed Samba tvífaldur málskjútti.

 

Um eina viku fer B68 at spæla á útivølli ímóti Víkingi, og 07 Vestur fer at spæla á útivølli ímóti KÍ.

 

-

 

07 Vestur – B68 2-6 (2-1)

 

1-0: Mads Borschers

 

2-0: Mads Borchers

 

2-1: Boubacar Sidik Dabo

 

2-2: Boubacar Sidik Dabo

 

2-3: Boubacar Sidik Dabo

 

2-4: Mohamed Samba

 

2-5: Steffan A. Løkin

 

2-6: Mohamed Samba

 

Dómari: Dagfinn Forná

 

07 Vestur: Ari í Haraldsstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Ári Arge, Dánjal Pauli Lervig, Rasmus Knudsen – Jasper Van Der Heyden, Høgni Egilstoft Nielsen, Janus Svabo Samuelsen Jóannis á Steig – Mads Borchers

 

B68: Rói Mørk Hentze – Fríði í Túni Petersen, Aidan Liu, Hjalti Strømsten, Bárður Ó. Jensen – Gilli Samuelsen, Tonni J. Thomsen – Hugin Samuelsen, Sebastian Lau Nielsen, Boubacar Sidik Dabo – Mohamed Samba