Boykottaður í Kina

Teitur Lassen er í samband við fløguna, Songs for Tibet, boykottaður í Kina. - Eg hopi at eg sleppi at vitja Kina, serliga nú mann hevur hugt at Olympisku Leikunum, men eg rokni við, at eg sleppi til Kina, sigur Teitur Lassen á tíðindafundi í Norðurlandahúsinum í morgun

Skrivað hevur Eirikur í Jákupsstovu


Teitur Lassen, hevði í samband við konsertina hann hevur í Norðurlandahúsinum mikukvøldið, tíðindafund uppi í Norðurlandahúsinum í morgun.

Konsertin mikukvøldið er tann fyrsta hann hevur havt í Føroyum síðan G! í fjør. Hann heldur tað vera deiligt at vera heima á klettunum aftur, og fer longu avstað aftur hósdagin. Við á konsertini hevur hann bólk, sum er mannaður av Derek Murphy á trummum, Mikal Blak á bassgiutar og Nikolaj Torp á tangentum.

Tó er Teitur Lassen í løtuni mest umtalaður í samband við fløguna, Songs for Tibet, sum Dalai Lama tók stig til.


Teitur og Tarira

Tá fløgan, Songs for Tibet, skuldi gerast, vóru ymisku bólkarnir bidnir um at endurinnspæla løg, ið handla um frið, antinn ein uttara ella ein innara frið, men við einari einfaldari instrumentering.

- Eg tímdi ikki at spæla fløguna inn bara við kassagittara ella klaverið, so eg setti meg fyrst í samband við Trónd Bogason, um at seta lagið út fyri kór. Síðani setti eg meg í samband við Sunnleif Rasmussen, kórleiðara hjá Tarira. Tí mær dámar væl hetta kórið, og helt tað vera stuttligt um tey vóru míni ljóðføri, sigur Teitur Lassen.

Lagið var innspælt uppá eitt kvøld í vesturkirkjuni í Tórshavn og sigur Teitur Lassen, at tað var kaotiskt og stuttligt.

Fløgan var fyrstuv vikuna ein tann mest niðurtikna fløgan á iTunes.


Dalai Lama

Teitur hevur ongantíð møtt Dalai Lama, men er hugtikin av hesum manni,

- Dalai Lama er so deiligur, tí hann er úti har. Hann situr ikki bara inni í einari kirkju og mediterar. Hann sigur sína meining og smílist, og gevur fólkið nakað at fyrihalda seg til í Buddismuni. Tað er ein góðheit í manninum, sum er ring at síggja millum aðrar andaligar leiðarar. Tað er so stuttligt við manninum er at hann ikki er so langt burturi, og tað er inspirerandi, sigur Teitur Lassen.


Boykott

- Eg hopi at eg sleppi at vitja Kina, serliga nú mann hevur hugt at Olympisku Leikunum og mann hevur fingið meira áhugaður fyri landinum. Men eg rokni við, at eg sleppi til Kina, men tað sum er við hesum her, er at kinesarar, longu hava sensurera nógvar heimasíður og nógv annað tey ikki vilja hava fram. Men sannleikin er, at við Olympisku Leikunum hevur víst seg fram, og vit síggja, at Evropa er eitt legoland afturímóti. Kina er nógv størri, og vit læra meira um hvønn annan, sigur Teitur.

Sjálvt um tað er komið stríð av hesi fløgu, angrar Teitur ikki at hann er við.

- Tað er vigtugt at mann kann fáa konfrontatiónir, tí øll læra av tí, og tað er ein háttur at koma nærri hvørjum øðrum. Vit síggja í veruleikanum, hvussu ymisk vit eru.


Fær fólk at ivast

Fløgan er sum nevnt givin út í samband við støðuna í Tibet, og ætlanin við fløguni er fyrst og fremst at varpa ljós á órættvísið, sum dagliga fer fram í Tibet og Teitur er fegin um at vera á hesi fløgu.

- Tað púra náttúrligt at vera við einari tílíkari fløgu, og tað er lætt at seta seg inn í eina tílíka verkætlan, um mann er voksin upp á sama hátt sum eg. Eg eri vaksin upp við at vita um Kina og Tibet. Men hevði eg verið uppvaksin í Kina hevði tað nokk ikki verið á sama hátt. Eg haldi at menniskja eru frí, men eg eri ikki heilt vísur í at tað er rætt. Tí onkuntíð ivast mann hvør stýrisformur er rættur. Men eg kann væl seta meg inn í støðuna í Kina, og kann fult taka undir við hesi fløgu, greiðir Teitur Lassen frá.

Teitur spælir í Norðurlandahúsinum mikukvøldið klokkan 19.30 og fer av landinum aftur hósdagin.