Teir vunnu ársins nýggja tónleikanavn í fjør, teir framdu størsta bragdið í føroyskum tónleiki, tá teir vunnu altjóða GBOb finaluna ? og nú eru teir eisini ársins besti bólkur
Tað var bólkurin Boys in a Band, sum vann heiðurin sum ársins besti bólku 2007. Tað var Niels Uni Dam, sum handaði teimum heiðurin í Miðlahúsinum fyri løtu síðani. Niels Uni Dam skrivaði annars um bólkin í tilnevningini, at ?Ársins nýggja tónleikanavn í fjør Boys In A Band framdu eitt tað størsta bragdi í føroyskum tónleiki, tá teir vunnu altjóða GBOB kappingina.
Men hetta var bert endin á einum fantastiskum tónleikaári fyri Boys In A Band. Teir tóku alt og øll á bóli á AME í Føroyum og hava síðan spælt hópin av konsertum í Føroyum og uttanlands. Eitt nú á háttvirda Roskilde Festivalinum og á Spot Festivalinum. Teir hava skriva booking sáttmála uttanlands, og hava plátusáttmála í boði. Stutt sagt hava teir gjørt alt rætt. Við GBOB sigrinum fingu teir eisini fíggjarligt rásarúm.?