BP nærkast málinum

Boriskipið West Navion hevur virkað til fulnar. Boraðir eru 3800 metrar, so umleið 1000 metrar eru eftir at bora. BP nærkast málinum í Svínoyarbrunninum har suðuri á landgrunninum

 

Oljuleiting

 

 

 

Nógv virksemi er í nýggju og stásiligu hølunum hjá BP Yvir við Strond. Felagið hevur leigað og innrættað tvær av hæddunum í bygninginum hjá Svend Krosstein, nærhendis Skansan. Tað er torført at síggja á fólkunum, um tað hevur eydnast BP og Shell at finna gass ella olju í føroysku undirgrundini. Og tá tú spyr, so er svarið alla tíðina tað sama: spyrjið Oljumálastýrið.

 

 

 

Men boristjórin hjá BP, John Thorrogood vil fegin svara tekniskum spurningum, sum eitt nú, hvussu langt niður teir hava borað. ?Vit eru komnir 3800 metrar niður, so enn resta umleið 1000 metrar. Eg kann siga so mikið, at tað gongur sum ætlað og vit hava verið sera væl nøgdir við boriskipið. John Thorrogood sigur, at West Navion livir upp til øll tey lyftini, sum eru givin um hetta sera framkomna boriskip. Sosialurin skilur, at teir hava ikki møtt stórvegis trupulleikum á leiðini niður í dýpið, tó at har var ein lítil basaltflá, sum teir tó komu væl ígjøgnum. ?Har er enn einki, sum vit ikki høvdu roknað við og livir hesin brunnurin upp til tað, sum vit hava sæð vestan fyri Hetland.

 

 

 

Ætlanin er at hava boriskipið á føroyskum øki í góðar tvær vikur aftrat tvs. til umleið 1. september. Boringin í Svínoyarbrunninum verður eygleidd við stórum áhuga á høvuðsskrivstovuni hjá BP í Onglandi. Tí vónirnar eru stórar og eitt fund við Føroyar kann fáa stóran týdning fyri ætlaninir hjá BP at menna eina oljuprovins í øllum hesum økinum. BP fólkini meta 42% møguleika vera fyri at gera eitt fund.