BP skerjingar skaka Aberdeen

Hesar hava tó neyvan nakað at gera við komandi ætlaninar hjá BP á Atlantsmótinum tvs. á økinum vestan fyri Hetland og eystan fyri Føroyar.


Olja


Hóast nýggj fund eru gjørd í Norðsjónum í seinastuni og stóru oljufeløgini hava gjørt av at gera risastórar íløgur í oljuvinnuna har, so eru eisini myrk skíggj at hóma. Í farnu viku fór ein skelkur gjøgnum europeiska oljuhøvuðsstaðin Aberdeen. Risastóra oljufelagið BP hevur gjørt av at siga upp 500 fólkum, og útlit eru fyri uppaftur fleiri uppsøgnum um ikki so langa tíð. Hetta hendir bert stutt eftir, at oljufeløg hava boðað frá stórum útbyggingum av nýggjum sum gomlu feltum.

Talan er í fyrstu atløgu um uppsagnir á høvuðsskrivstovuni hjá BP í Dyce í Aberdeen umframt størv á oljupallum og oljuterminalum á landi, eitt nú Sullom Voe í Hetlandi, har nøkur størv fara. Tað hevur ljóðað, at BP fór at skerja starvsfólkatalið við 40%, men tað verður víst aftur. Sambart Press and Journal standa onnur 1650 størv, her serstakliga undirkontraktorarar í vanda, men tað verður víst aftur av leiðsluni í BP. Tilsamans arbeiða umleið 5000 fólk hjá BP, har ein partur eru avtalur við undirleverandørar.

Hóast BP sigur, at uppsagnirnar ikki skulu takast sum annað enn rationaliseringar, hava tíðindini tikið aberdeenbúgvar á bóli. Mett verður, at tað kann eisini fáa stórar ringvirkningar ?knock-on effect? fyri bæði tyrlufeløg og útgerðarfeløg. BP, sum er størsta oljufelagið, ið arbeiðir í bretskum øki, er við á 39 oljupallum í bretskum sjógvi. Felagið framleiðir árliga 900.000 tunnur av olju í bretskum øki ella 20% av samlaðu bretsku framleiðsluni. Harav kemur ein partur frá oljukeldunum skamt frá føroyska markinum.

Scott Urban, varaforseti hjá BP fyri norðara og vestara part av Europa sigur við skotska blaðið, at orsøkin til uppsagnirnar eru náttúrligar, soleiðis at skilja, at nýggj tøkni minkar um manningartørvin á eitt nú pallunum. Her er tað serstakliga nýggja tøknin í fiburoptiskum kaðalum, sum ger, at nógv av arbeiðinum, sum fyrr varð gjørt á pallunum, nú kann gerast í landi. Eisini fer BP nú at brúka ?flúgvandi? manningar at arbeiða á fleiri pallum, soleiðis at tað slepst undan at hava eina manning á hvørjum palli til tær ymsu uppgávurnar. Scott Urban sigur við skotska blaðið, at BP við sínum seinasta útspæli vil gerast betri ført fyri at møta framtíðar avbjóðingum. Hann vísir aftur, at BP hevur mist áhugan fyri Norðsjónum. Tvørturímóti fer BP bara í ár at gera íløgur í Norðsjónum uppá meira enn 8 milliardir kr.

Fyri føroyingar hava tiltøkini hjá BP eisini áhuga, tí felagið er tað mest virkna á føroyska landgrunninum. Tað skilst, at felagið fer ikki at bora aftur á landgrunninum fyrr enn í 2004. Tað hevur bundið seg til at bora tveir brunnar aftrat í sínum loyvi. Men vánaligu úrslitini frá boringunum í fjør hava so gjørt, at felagið vil endurskoða arbeiðsætlaninar. Stóra útbyggingin hjá BP av Clairfeltinum, sum liggur vestan fyri Hetland, er mett at kosta góðar 7 milliardir og byrjar oljuframleiðslan har í 2004. Hóast BP fór púra skeivt í sínum metingum av møguligum oljufundum á Atlantsmótinum báðumegin markið, so er neyvan hugsandi, at felagið fer at missa áhugan fyri hesum útjaðaraøkinum, ið eisini fevnir um Føroyar. Útbyggingin av Clairfeltinum og íløgur í rørleiðingsskipanir í økinum merkja, at felagið trýr uppá hetta stóra økið.