Eg møtti konu mínari í Århus í ár 2000, og ikki langa tíð eftir, at vit høvdu møtt hvønn annan, gjørdu vit av at vit skuldu giftast. Vit vórðu vígd í Århus tann 7 / 7 - 2000. Eingin brúðarferð bleiv hjá okkum beinanvegin, tí annan dagin eftir brúdleypið fór eg heim til Føroyar at luttaka í súkklukappingini "Kring Føroyar", sum eg vann. Eg var og eri framvegis rættiliga bundin av mínum ítrótti sum er súkkling, tí hevur okkara brúðarferð drigið út, men nú er so long tíð gingin síðan vit giftust, at skuldi tað verða nøkur brúðarferð hjá okkum, ja so skuldi tað verða nú og soleiðis bleiv eisini.
Kona mín, sum eitur Gøj og eg, høvdu fyri langari tíð síðani gjørt avtalu um, at tá ið vit einaferð skuldu á okkara brúðarferð, skuldi leiðin ganga til Thailands og tá skuldu vit giftast enn einaferð, hesu ferð á rættan thailendskan hátt.
Tað hevði ómetaliga stóran týdning fyri Gøj. Hon er sum flestir íbúgvar í Thailandi buddist, og hjá einari thailendskari kvinnu hevur tað stóran týdning at verða gift í templi og at fáa vælsignilsi frá munkunum, familju og vinum har. Eg játtaði sjálvsagt øllum hesum. Eg helt eisini, at hetta fór at verða spennandi og eitt stórt upplivilsi fyri meg, tí var eg rættiliga spentur til hesa ferð og eg bleiv ikki skuffaður. Tvørturímóti, hetta hevur helst verið eitt tað størsta og besta upplivilsið í lívi mínum.
Áðrenn vit fóru avstað, hevði eg roynt so gott sum eg nú einaferð hevði møguleika fyri, at seta meg inn í viðurskiftini í Thailandi. Tað, sum eg legði mest merki til, var hetta útsagnið: "Og so smílast thailendarar altíð so nógv", "teir eru so glaðir og lukkuligur allatíðina, sjálvt tey fátæku og tey prostitueraðu smílast. Man verður so glaður av at vera í Thailandi." "Hesar útsagnirnar og aðrar líknandi havi eg hoyrt frá fólki, sum hava ferðast í Thailandi. Tað passar eisini fínt við ta mynd, sum Thailand ynskir at geva sær sjálvum í t.d. ferðafólkatilfari - the land of smiles.
Tað er fyri ein stóran part satt, men trúgv ikki, at thailendarar ganga runt og smílast alla tíðina og eru "evigt lykkelige". Tað eru teir hóast alt ikki. Teir hava akkurát og helst fleiri trupulleikar enn vit hava í okkara gerandisdegi. Men tað thailendska smílið upplivir tú allastaðni, tey eru eitt sera fólkaligt fólkaslag. Eitt menniskja, sum smílist ella flennir, er í Thailandi eitt positivt menniskja. Ein persónur, sum flennir ríkiliga nógv, má vera lukkiligur. Hetta halda thailendarar. Men innast inni vita tey eisini væl, at nógv bert brúka gaman fyri at gloyma tann ómilda dagligdagin, sum fyri nógv teir flestu thailendarar er rímiliga harður.
Ferðin Kastrup / London / Bangkok
Ferðin til Bangkok
Vit høvdu lagt ferðina soleiðis til rættis, at fráferðin var frá Kastrup við British Airways til London. Hendan ferðin tók 1 1/2 tíma. Síðani fóru vit víðari til Bangkok í Thailandi við einum australskum felagi, sum eitur Quantas Air. Hesin flogtúrurin tók uml. 11 tímar. Sjálvt um flogfarið er sera gott útgjørt og tænastan er av besta slag, undirhald er til ferðafólkið allan túrin, er tað kortini leingi at sita í einum flogfari.
Komin til Bangkok, var mest sum øll familjan hjá konu mínari møtt upp. Tey vóru sera spent at síggja "falang", soleiðis kalla thailendarar ein europeara, ella einum sum líkist einum vesturlendingi.
Familjan hevði leigað ein lítlan buss, soleiðis, at pláss var fyri øllum og sjálvandi eisini okkum, og okkara viðføri, sum ikki var heilt lítið.
Eftir, at øll høvdu heilsað upp á okkum, gekk leiðin "heimeftir" til Pakchungchai, har vit skuldu búgva.
Vit koyrdu eftir motorvegi allan vegin. Pakchungchai liggur tætt við Nakola Ratachima. Við sínum uml. 3 milliónum íbúgvum er hann næst størsti býur í Thailandi.
Ferðslan í Asia er rættiliga hættislig og í Thailandi er einki undantak. Tað er rættiliga undrunarvert, at har ikki henda fleiri ferðsluóhapp, tí ferðslan er ræðulig. Nógv tvíhjólað akfør koyra á motorvegnum. Tað er ikki tað ringasta, men tá tey koma koyrandi ímóti ferðsluni, er tað rættiliga vandamikið. Tað kann eisini henda, at onkur bilur kemur koyrandi mótvegis ferðsluni á motorvegnum.
Føðingardagurin hjá Konginum
04.12.02
5. desember er føðingardagurin hjá konginum í Thailandi. Núverandi kongurin í Thailandi eitur kong Bumiphol (Rama IX). Hann er sera væl umtóktur og hevur stóra virðing hjá øllum thailendarum.
Føðingardagurin verður hildin um alt landið. Allar almennar skrivstovur o.l. eru stongdar, somuleiðis eru peningarstovnar o.l. eisini stongdir. Sjónvarpsrásirnar senda allan dagin ymiskt um kongin og tjóðsangurin er at hoyra.
Vegirnir eru pyntaðir við vøkrum blómum og stórum myndum av konginum. Ein er ongantíð í iva um hvønn týdning kongurin hevur fyri ein thailendara, og eitt skal mann hava í huga um man er staddur í Thailandi, og tað er ongantíð at gera gjøldur burtur úr konginum og familju hansara. Tað særir thailendarar.
Løgreglan, vápin og korruptión
Winchester Pump Gun, Barretta, Smith & Wesson o.s.f. Alt hetta ljóðar einamest sum ein partur av einari vápnagoymslu úr einum gangstarafilmi, men soleiðis er tað ikki.
Eg fekk loyvi at síggja vápnagoymsluna hjá einum thailendskum løgreglumanni. Um man hevur áhuga fyri vápnum, so var hetta eitt satt upplivilsi. Tað vápnið sum eg var rættiliga errin av at standa við í hondini, var ein væl løddur, Barretta USA Corp 9mm, við 15 skotum. Revolvarin var blankur og vakur á at líta. Fyrstu ferð løgreglumaðurin vísti mær hann, sýndi hann mær eisini, hvussu man tók magazinið úr og hvussu man tók revolvaran sundur. Eg minnist enn tá hann setti hann saman. Tað seinasta, sum hann gjørdi, var at halda revolvaran í aðrari hondini, meðan hann við hinari hondini smekkaði magazinið upp í skaftið á honum. Hetta fekk hárini at reisast um allan kroppin á mær. Eg hugsaði um, hvat fyri eitt ræðuligt vápn hann nú stóð við í hondini, og eg stóð beint undir liðini á honum.
Hann greiddi mær frá, at hann var tann einasti løgreglumaðurin í hesum býnum, sum hevði eitt slíkt vápn. Tá eg spurdi hann, hví løgreglumenninir í Thailandi hava so ymiskar revolvarar, greiddi hann mær frá, at flest allir løgreglumenn eiga sjálvir sínu vápn, og tí vóru tey so ymisk.
Ein løgreglumaður kann tó fáa ein revolvara frá politistøðini, men so skal hann hvønn dag eftir arbeiðstíð liggja á politistøðini, men um man sjálvur eigur sítt vápn, kann man taka tað við heim og tað vilja teir flestu.
Tað er eisini ein annar trupulleiki um man hevur sítt vápn frá politistøðini, greiddi løgreglumaðurin frá. Um vápnið á ein ella annan hátt bleiv burtur, so skuldi man sjálvur endurgjalda tað og man hefti eisini sjálvur fyri tann skaða, sum tað burturmista vápnið møguliga kundi elva til.
Seinni beyð hann mær innar. "Eg vil vísa tær mínu vápn," segði hann. Eg fylgdi sera spentur við honum. Fyrst kom hann við einum Smith & Wesson 357, hann kundi løðast við 6 skotum. Revolvarin var blankur og sera penur á at líta.
Hann hevði eisini ein Sturm Ruger & co soutport govn. USA 38 m 5 shot.
Ein Tauru Brasil 38 m 5 shot
Ein lítlan blankan Brauning 7.65 mm.
2 Colt Automatic caliber 45 6 shot.
Til seinast kom hann fram við einum Winchester Pump Gun 5 shot. Hetta er eitt vápn, sum man sær í nærum øllum gangstarafilmum. Tað var ein serlig kensla at standa við hesum vápni og fyri ikki gloyma at royna tað. Og hóast ongar patrónir vóru í, kundi eg lætt ímynda mær, hvussu tað ljóðaði, tá man skeyt við tí og trekti Winchestarin upp aftur. Man nærum hoyrdi, hvussu tær tómu patrónirnar fullu niður á gólvið, og eg hugsaði enn einaferð, at hetta er eitt sera vandamikið vápn!
Løgreglumaðurin vildi sera fegin avmyndast. Hann var motorsúkkluløgreglumaður og koyrdi á einari Kavazaki-motorsúkklu. Eg fekk hann at taka sín Baretta USA Corp 9mm. upp úr hylstrinum, og posera eitt sindur fyri mær. Hetta gjørdi hann við gleði.
Eg fekk hann at standa júst sum eg vildi. Eg valdi at hann skuldi standa við vápninum, eins og hann skuldi til at skjóta við tí. Eg stillaði meg so tætt at revolvaranum, sum eg tordi, og tað var rættiliga tætt helt eg sjálvur. Havast skal í huga, at revolvarin var løddur við 15 stk. 9mm. skotum, so eg var als ikki so tryggur við hesa støðu.
Mutur og korruptión eru vanligt í Thailandi og í nógv størri mun enn vit kenna til á okkara leiðum. Til dømis standa løgreglumenninir og stegða fólki á motorsúkklum. Tey verða vanliga stegðað tí at tey koyra uttan hjálm og hetta sýnist í fyrstu atløgu eisini at vera í lagi. Men tá so løgreglumaðurin skal skriva bótina, kann viðkomandi sum verður stegðaður, velja um hann vil gjalda bótina beinanvegin og tá sleppa bíligari, ella hann vil gjalda seinni og gjalda væl meira. Sum oftast velja tey at gjalda beinanvegin og tá er ikki óvanligt, at løgreglumenninir stinga peningin beinleiðis í egnan lumma. Tað kann blíva til heilt fitt av peningi, tí tað er eitt ótal av motorsúkklum, scootarum og knallertir í Thailandi.
Eisini kann man við mutri hava sítt egna lottospæl. Hetta spæl brúkar tey somu tøl sum tað nationala lottospælið, at ein uttan trupulleikar kann dríva eitt slíkt lottospæl. Tað fyrigongur á tann hátt, at man skal mutra ein politist, sum síðani mutrar sín leiðara og síðani kann man ótarnaður hava eitt lottospæl koyrandi, væl at merkja um man yvirheldur sínar avtalur við politiið og teir fáa sína pening.
Ferðslan
Ferðslan er rættiliga hættislig fyri ein, sum er vanur at td. koyra í Danmark. Í Thailandi koyra tey í vinstru síðu eins og í Onglandi, men tað er ikki tað, sum ger ferðsluna ræðuliga. Tað er heldur tað, at mest sum eingin tekur ferðslureglurnar í álvara. Men løgið nokk so gongur ferðslan alíkavæl glíðandi. Ikki er óvanligt, at man møtir einum bili ella motorsúkklu, sum koyrir ímóti ferðsluni á einum motorvegi.
Tað er eisini stuttligt at síggja teir nógvu gomlu bilar, sum koyra har. Ikki tí, at tað bert eru gamlir bilar, tí har eru so sanniliga eisini nógvir flottir og dýrir bilar, men eg legði til merkis, at teir bilar sum vóru gamlir, vóru sera gamlir. Ein dagin møtti eg einum "gøtukryds" av einum bili. Aftasti partur av bilinum var ein Ford Consul og fremra helvtin var ein Ford Cortina. Annars so koyra nógvir av teimum gomlu Toyota, Datsun og Mazda bilum, sum vit kenna frá seinast í 60unum og fyrst í 70unum.
Bussar og hýruvognar eru nógvir av. Teir lítlu trý hjólaðu tuk-tuk hýruvognarnir, sum eru knallert Taxa, og tær trý hjólaðu súkklutaxa. Tað eru óivað tað sum vit kenna best frá Thailandi. Eg royndi eisini hesu bæði akførini og tað er eitt upplivilsi, og so er tað eisini stuttligt at koyra við teimum, umframt eisini ein frálíkur og bíligur háttur at ferðast frá punkt A til punkt B uppá.
Eg royndi eisini at koyra í einum rættiligum modernaðum bussi. Leiðin gekk frá Korat til Bangkok, ein túrur uppá 3 tímar. Man situr væl í hesum bussum. Tann, sum vit vóru við, var ein Merzedes bussur. Man føldi seg beinanvegin væl í hesum bussi. Illa nokk var mann komin inn at sita, tá ein stewardessa kom við teppum til okkum, soleiðis at mann kundi fáa sær ein blund. Seinni kom hon við køkum og einari Coca Cola. Síðani kom hon tvær ferðir við vatni og stutt innan at vit komu til Bangkok, kom hon við einari Coca Cola og einum vátservietti.
Ein slíkur ferðaseðil báðar vegir kostar uml. kr. 30,- so ikki kann sigast, at tað var kostnaðarmikið at ferðast við bussi í Thailandi og tænastan var í serklassa.
Torgið og sølubúðir
Í Thailandi vinna nógv sína dagligu føði við at selja suppu, grønmeti, kjøt og annað. Hendan sølan fer sum oftast fram á einum torgi ella á gøtuni, har tey selja sína vøru frá einum vogni. Hesin vognur er ofta innrættaður við størsta umhugsni, og tí sera væl innrættaður. Asiatar eru kendir fyri at duga sera væl at innrætta seg og eisini at pakka ymisk ting niður. Hetta sá eg eisini, tá kona mín pakkaði okkara kuffert. Har vart einki av tilvild.
Ein slíkur arbeiðsdagur hjá einum gøtuseljara er sum oftast langur. Er man morgunseljari, byrjar ein slíkur dagur ofta kl. 03.00 um morgunin og hann endar uml. kl. 15.00. Eftur tað byrjar gerandisdagurin við at passa børn og líknandi. Eg legði til merkis, at tey vóru sera aktiv og man sá tey ymisku andlitini, mest sum døgnið runt. Ein av myndunum hjá sýnir ein av hesum sølubúðum. Vognurin er innrættaður soleiðis, at barnið hjá sølukvinnuni kann sova undir vogninum.
Í Thailandi keypa tey flestu lidnan mat frá sølubúðum. Ein thailendari etur sum oftast rís bæði morgun, middag og á kvøldi. Sjálvandi eta tey ikki bert rís, men rís er altíð ein partur av máltíðunum. Eg elski suppur, rís og annars thailendskan mat og tí var hetta eitt satt paradís fyri meg. Var man svangur, var ongantíð langt til eina sølubúð, bert nakrar fáar metrar, og ein máltíð kostaði sjáldan meira enn uml. 4-5 krónir. Eg tosaði við ein thailendskan mann og hann greiddi frá, at ein thailendari kundi liva gott í ein dag, fyri bert hvat svarar til 1 $, okkurt uml. kr. 7.
Brúðarklæðir
06.12.02
Tað er sera heitt, uml. 32°, men tað er turrur hiti, so tað merkist ikki so óbehageligt. Vit fara út fyri at hyggja eftir brúðarklæðum. Vit fara mannsterk avstað. Mamma Gøj veit um eitt gott stað, har man kann fáa brúðarklæðir. Vit koma til staðið, sum er eitt sera snotiligt stað.
Eg eri eftir hondini komin á lagi við at vera fólkaligur á thailendskum, so eg/vit fara úr skónum, áðrenn vit fara inn í handilin og ganga tí berføtt inni. Alt er skínandi reint, gólvið er gjørt úr hvítum marmorflísum.
Eisini skal man "Waia", tað er mátin sum tey heilsa uppá hvønn annan í Thailandi. Man "Wai?ar" við at halda báðar hendurnar saman og lyfta tær upp, til tær eru uml. miðskeiðis við nøsina. Tað er kortini eingin ávísur máti fyri hetta og mátarnir at Waia eru mangir. Tað er eitt sindur torført at finna út av, nær man skal Waia og til hvønn, men hesum finnur man rættiliga skjótt út av.
Vit verða sera væl viðfarin inni í handlinum. Gøj fær tvær kvinnur at hjálpa sær, og ein maður kemur at hjálpa mær, og so er bara at standa "model". Ætlanin var, at eg skuldi í svartan smoking, men skjótt er greitt, at tað er ikki tað, sum skal latast í. Eg skal í hvítan smoking, og eg haldi eisini, at tað er tað sum er mest hóskandi á hesum leiðum.
Gøj verður latin í ymiskar kjólar. Tey seyma sjálv kjólarnar í handlinum. Kvinnan, sum eigur handilin, er við okkum alla tíðina, men hon seymar alla tíðina. Hóast tað megnar hon at tosa við okkum og vísa okkum tey ymisku sniðini av kjólum, sum tey hava har.
Gøj finnur ein sera penan og fittan off-hvítan kjóla. Eg helt eisini, at hann hóskaði væl til hana. Fyrr í dag vóru vit úti fyri at bíleggja innbjóðingarkort. Her var mannagongdin tann sama, úr skónum og Wai heilsa, síðani vóru vit boðin at sessast, og síðani bleiv tosað aftur og fram um, hvat slag av innbjóðingarkortum, vit kundi hugsað okkum. Vit funnu tað, sum hóskaði best og kundu avheinta tey dagin aftur.
Ringarnir
Seinni í dag fingu vit vitjan av gullsmiðinum. Hann hevði eitt breitt úrval av brúðarringum við. Vit vóru samd um at velja okkum ringar, gjørdir úr hvítagulli við innlagdum gulli í. Hesar ringar hevði hann ikki við. Vanliga hevði hann teir heldur ikki, so hesar ringar ger gullsmiðurin sjálvur. Hann kemur við teimum um einar 5 dagar.
Gull-kvaliteturin her í Thailandi verður ikki roknaður á sama hátt, sum eg kenni hann frá tí vestliga heiminum. Okkara ringar eru 1 bat, eitt bat er 15,2 gram! ella sagt á ein annan hátt, okkara ringar eru 18 karat hvítgull.
Av útsjónd sá gullsmiðurin rættiliga "dýrur" út. Hann kom sjálvur annar á vitjan í einum flottum BMW við navni á nummarspjøldrunum, ringum við diamantum á fingrunum, og urið var prýtt við diamantum. Tað sama var pennurin, sum hann hevði í bringulummanum, so fínt var tað í øllum førum, og tey høvdu koyrt 35 km fyri at vitja okkum. Tað er hvat man kallar persónlig "betjening".
Hotellið
02.12.07
Ætlanin fyri dagin í dag er, at vit skulu vitja Hotellið, har brúdleypið skal vera. Aftur her verður "høflighed" sett í hásæti. Kvinnan, sum hevur við okkara tiltak at gera, verður boðsend. Hon kemur berandi við tveimum stórum tjúkkum bókum, har av tann eina er gylt.
Vit verða boðin at sessast. Stutt eftir hetta kemur ein tænari við ísvatni til okkum. Ísvatnið verður "serverað" á tann hátt, at tænarin leggur seg niður á knæ og kemur síðani yvir til okkara borð við vatninum.
Vit tosa við kvinnuna um, hvat fyri rættir vit ynskja okkum. Vit ynskja at hava kinesiskan mat. Sodavatn og leskidrykkir syrgir hotellið fyri, men vín og sterkari drykkir fáa vit loyvi at koma við sjálv. Hotellið vil síðani taka sær av at servera tað.
Vit velja sjálv, hvussu veitsluhølini skulu prýast. Í Thailandi eru tey sera bergtikin av sterkum og litríkum litum. Vit velja eina ljósareyða bakgrund við ymiskum pynti. Vit kunnu sjálvi velja tekstin, sum skal standa í bakgrundini.
Fyri uml. kr. 100, - eyka er møguleiki at fáa ein ísstoypning av ymiskum figurum. Vit velja svana. Við í tilboðnum er ein yvirnátting í einari luxus-suite. Vit verða boðin upp á ovastu hædd, har tann eksklusivi parturin av suitum er "Eksklusiv floor", og fáa høvið at síggja okkara suitu,. Og har er avgjørt einki at fílast at.
Frisør
02.12.08
Ná, í dag kom so dagurin, tá eg skal klippast. Vit fara við motorsúkkluni og koyra til eina klippustovu, sum ikki liggur so langt frá, har vit búgva.
Hóast fólk bíðað, slapp eg framat beinanvegin. Eg føldi meg eitt sindur illa, men eg havi lært, at tað skal man ikki, tí so er man óhøfligur.
Eg verði boðin at sessast, stórur ómaki verður gjørdur burturúr at fyribyrgja, at eg ikki fái hár niður millum troyggjuna og hálsin. Hetta er óivað nakað, sum vit flest hava trupulleikar av og sigast skal, at hetta er fyrstu ferð í lívi mínum, at eg ikki havi fingið eitt einasta hár niður í troyggjuna.
Síðani verði eg puddraður rundt hárkantarnir. So fer hárfríðkan í gongd. Sigast skal, at eg altíð eri sera stuttkliptur, so ikki er so nógv at gera av um man hugsar um hársnið, men hóast alt, so verður stórur ómaki gjørdur burtur mínum hári og av og á kemur barberknívurin eisini í brúk.
Tá hárfríðkan er liðug við hár mítt, verða oyruni og nøsin kannað fyri hár, og tey sum funnin verða, verða klipt burtur. Síðani verður stólurin snaraður á og eg verði lagdur niður, nú skal eg rakast "barberast". Eg verði varisliga smurdur inn í barberskúm. Tað verður smurt á við einum fingri og ikki við kusti. Hetta er sum alt annað sera makligt.
So verður byrjað við barberingini og eftir tað fáa nakkahárini o.s.f. ein túr. Alt við ógvuligari róligari hond. Tá hon er liðug við hetta, verði eg masseraður í nakkanum, hárbotninum og pannuni og so verði eg smurdur inn við barberluktilsi, sum er vundið upp í ein stóran mjúkan klút og spakuliga smurt inn í andlit mítt.
Konklusiónin av hesari vitjan er, at hetta so avgjørt var eitt upplivilsi. Eg føldi meg sum ein nýggjan mann og kostnaðurin uppá uml. kr. 12,- má sigast at vera sera bíligt.
Framhald komandi
leygardag