Brúarfossur komin á Havnina

Fyrstu ferð, at nýggja skipið hjá Eimskip leggur at í Havn

Nýggja skipið hjá Eimskip, Brúarfossur, er fyrrapartin í dag komin á Havnina fyri fyrstu ferð.

Brúarfoss, eitt skip á 2.150 TEU, hevur í morgun bíðað eftir, at Tukuma Arctica legði frá landi, so pláss var at leggja at við nýggja keikantin.

Brúarfossur er annað av nýggju skipunum hjá Eimskip. Hitt er Dettifossur, sum hevur verið í sigling í eina tíð.

Saman við Tukuma Arctica hjá Royal Arctic Line eru trý 2.150 TEU skip, ið sigla millum Nuuk, Reykjavík og Tórshavn og víðari til Skandinavia.

Brúarfossur, Dettifossur og Tukuma Arctica eru øll trý púra eins. Skipini eru 179 metrar lang og 31 metrar breið, lasta 2.150 TEU og eru bygd í  Guangzhou Wenchong skipasmiðuni í Kina.