Vegna ovurstóra undirtøku varð vinnaraparið í brúdleypskappingini ikki kosið fríggjadagin, sum ætlan var. Komandi fríggjadag skulu seðlarnir verða taldir og vinnarin funnin Brúdleypskappingin sum Sosialurin og SMS hava skipað fyri í vár hevur fingið postkassarnir hjá Sosialinum at flóta yvir. Marknaðarfólk hjá Sosialinum minnast ikki, at nøkur kapping hevur fingið so góða undirtøku áður.
Av hesi grund var ikki gjørligt at finna vinnarin í tíð, og var tað tí útsett eina viku. Fríggjadagin 21 mai verður vinnaraparið tó at síggja í VikuskiftisSosialinum.