Brúðgómurin bað menn myrða brúðrina

Løgreglan í bretska býnum Bristol tók í gjár Shrien Dewani, tí løgreglan hevur illgruna um, at hann myrdi svensku konu sína, Anni Dewani, ella gav boð um at myrða hana, tá tey bæði vóru á brúdleypsferð í Suðurafrika í síðsta mánað.

Tann 28 ára gamla Anni, sum var ættað úr Svøríki, bleiv skotin í Cape Town tann 13. november, tá ókendir menn rændu hýruvognin, sum hon og maðurin vóru í. Líkið varð funnið seinni í einum fátækrabýlingi. Sjálvur slapp Shrien Dewani óskalaður frá tilburðinum, og nakrar dagar seinni fór hann aftur til Bretlands.

Suðurafrikanska løgreglan skuldsetti seinni tríggjar menn, teirra millum hýruvognsføraran, í sambandi við drápið. Løgreglan hevði longu frá byrjanini illgruna um, at Shrien hevði okkurt við drápið at gera, og undir avhoyringunum avdúkaði hýruvognsførarin, at teir høvdu beint fyri Anni eftir áheitan frá manni hennara.

Suðurafrikanska løgreglan bað bretsku myndugleikarnar handtaka Shrien Dewani. Í gjár kom hann sjálvboðin inn á eina løgreglustøð í Bristol, har hann varð handtikin beinanvegin.

Hýruvognsførarin hevur verið í rættinum í Suðurafrika. Hann fekk 18 ára fongsul fyri morð og grovt rán.