Føroyar skulu hava ein landsstýrismann, ið burturav tekur sær av kommunumálum og viðurskiftunum í útjaðaranum.
Hetta heldur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins.
? Við gongdini í dag verður útjaðarin alsamt veikari, og vandi er fyri, at Sandoyggin og Suðuroyggin eins og útoyggjarnar heilt fara at detta niðurímillum í samfelagsmenningini. Tí er neyðugt at nýta orku til at venda gongdini, sigur Jóannes Eidesgaard.
Ábyrg er neyðug
Í løtuni er tað løgmaður, sum umsitur kommunumál og útjaðaran. Hetta heldur Jóannes Eidesgaard vera skeivt.
? Sambært stýrisskipanini skal løgmaður umsita uttanlandsmál, vera fyrisitingarligur leiðari og annars hava eftirlit við, at teir ymisku landsstýrismenninir umsita málsøki síni á fullgóðan hátt. Men tá løgmaður sjálvur umsitur kommunumál og útjaðaran, er eingin, sum kann hava eftirlit við hesum málsøkjum, ger Jóannes Eidesgaard greitt.
Tí heldur Jóannes Eidesgaard tað vera heilt náttúrligt, at ein landsstýrismaður verður settur burturav til hesi málsøki. Og so kann løgmaður hava eftirlit við, at landsstýrismaðurin umsitur øki síni á fullgóðan hátt.
Sjálvstýrismál til løgmann
Hóast ábyrgdin av uttanlandsmálum hongur saman við løgmansembætinum, hava vit í dag ein landsstýrismann, sum hevur ábyrgdina av sjálvstýrismálum.
Hetta er eitt málsøki, sum Jóannes Eidesgaard heldur hanga tætt saman við uttanlandsmálum, og tí heldur hann, at løgmaður eigur at umsita hetta málsøkið.
Høgni Hoydal, sum er landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, er eisini landsstýrismaður í lógarmálum. Jóannes Eidesgaard ímyndar sær, at landsstýrismaðurin í innanlandsmálum í eini komandi samgongu eisini er landsstýrismaður í lógarmálum.
Jóannes Eidesgaard sigur, at Javnaðarflokkurin umhugsaði hetta, tá Fólkaflokkurin setti seg í samband við Javnaðarflokkin undir seinastu samgongukreppu. Og Jóannes Eidesgaard ger greitt, at hetta helst eisini fer at verða eitt krav, um Javnaðarflokkurin fer í samgongu eftir komandi løgtingsval.