Brúka bummgjaldið til ein nýggjan tunnil

Ein nýggjur tunnil kundi loyst fýra ferðsluvandar í Vágum

Bummgjaldið fyri at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, eigur at halda fram. Men tað skal ikki brúkast til at gjalda Vágatunnilin, men til ein annan tunnil.

 

Tað heldur Dánjal Poulsen, stjóri í Faroe Travel.

 

Men hann heldur, at inntøkurnar av bummgjaldinum skulu framyvir ikki fara í Landskassan, men tær skulu heldur brúkast til at fíggja ein tunnili afturat í Vágum.

 

Og tað skal vera ein tunnil av Fútekletti í Vatnsoyrar.

 

Hann sigur, at ein tunnil av Fútakletti í Vatnsoyrar, hevði loyst fýra ferðsluvandar í Vágum.

 

1. Ferðslan í tætt bygdum øki í Miðvági.

2. Ferðslan við skúlaøkið á Giljanesi

3. Ferðslan í tætt bygdum øki í Sandavági.

4. Vandamikla og dýra farleiðin um Hálsin.

 

Hann vísir á, at nýggi tunnilin styttir farleiðina av flogvøllinum til Fútaklett einar sjey ella átta kilometrar, ella einar 12 -15 minuttir, umframt at trygdin verður munandi betri.

 

– Virðið í hesum sparingum er hundraðtals milliónir hesi næstu 50 árini væntar hann.

 

Og hann heldur, at hesin tunnilin kann fíggjast við verandi bummgjaldi í Vágatunlinum.

 

– Tíbetur varð Vágatunnilin ikki gjørdur til Sandavágs. Tað hevði verið skilaleyst, tí at tað bara hevði loyst ein av hesum fýra ferðsluvandunum, heldur hann

 

– Tá ið avgerðin at gera Vágatunnilin varð tikin, og at hann skuldi koma upp í Leynum, vóru fólk framskygd, so  lat okkum eisini nú síggja frameftir -og upp um trætumálið um bummgjaldið, ljóðar áheitanin frá Dánjali Poulsen.