Brúka fleiri tímar um dagin upp á at ferðast

Henrik Old undrast á, eingin hevur hugsað um tað í góðari tíð

Ungdómur av bygd, sum gongur í skula í Glasi, brúka upp í fimm tímar um dagin í ferðing, hóast tey ikki búgva longri burtur, enn tey av røttum kundi komið til og frá upp á ein hálvan tíma. Orsøkin til tað er, at tímatalvan hjá Glasi, og ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum, passa ikki saman.

 

Og í løgtinginum í dag spurdi Jørgen Niclasen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, um tað ikki ber til, at tillaga ferðaætlanina hjá Bygdaleiðum, soleiðis at tað passer betri við tímatalvuna hjá Glasi, tí hann heldur, at tað er ov drúgt at feðast so leingi til og frá skúla.

 

Sum dømi vísur hann á, at ungdómur úr Vágum, sum gongur á Glasi, brúkar fimm tímar um dagin upp á ferðing til og úr skula, hóast tað annars ikki tekur meiri enn ein hálvan tíma at koyra.

 

Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum vísir á, at tað er ikki fyrrenn nýliga, at tey, ið varða av Glasi, hava vent sær til Strandferðsluna við trupulleikanum, og tað undrar hann, at eingin hevur gjørt vart við tað áður.

 

Hann vísir á, at Strandferðslan og leiðslan í Glasi eru nú farin undir samráðingar um at bøta um støðuna, og ein loysn kann verða, at tímatalvan hjá Glasi verður flutt nakrar minuttir, og at ferðaætlanin hjá Bygdaleiðum eisini verður flutt nakrar minuttir.

 

Men landsstýrismaðurin sigur, at tað letur seg ikki gera, at broyta ferðaætlanina í eini knappari vending, tí fólk leggja sær arbeiði til rættis eftir ferðaætlanini. Men gongd er í málinum, leggur hann afturat.