Brúka nú evruna

Í gjár bleiv felags evropeiska gjaldoyrað, evran, gjaldoyra hjá Kýpros og Malta. Á Kýpros var Tassos Papadopoulos, forseti, tann fyrsti í eina sjálvtøku eftir evruseðlum, og á Malta var tað forsætisráðharrin, Lawrence Gonzi, ið sum tann fyrsti var í einari sjálvtøku eftir teimum nýggju seðlunum. Nú hava 15 lond við 320 milliónum íbúgvum evruna sum gjaldoyra.