Brúkið tilfeingið rætt!

Til tykkum sum nú fara at ráða í hesum landi, politikarar og stovnsleiðslur.

Til lukku tit sum nú fara til verka at fremja tey lyftir, sum vóru gjørd áðrenn valið tann 19. januar

Jóhanna Køtlum forkvinna í Almanna-og heilsurøktarafelagnum

 

 

Vegna Almanna-og heilsurøktarafelagið vil eg vísa á nøkur serlig ynskir.

Í Almanna- og heilsurøktarafelagnum eru millum annað tveir røktarstavsbólkar, heilsurøktarar og sjúkrahjálparar.

Sjúkrahjálparnir hava starvast í føroysku sjúkrarøktini síðani umleið 1965 og hava drúgvar royndir á hesum økinum.

Heilsurøktarnir hava eina longri útbúgving og tann fyrsti flokkurin við heilsurøktarum fær prógv á heilsuskúlanum á Tvøroyri 20. februar 2008.

Sum flest øllum kunnugt er tað stórur tørvur á røktarstarvsfólkum.

22 heilsurøktarar eru nú til reiðar at fara til verka, vit vita, at stórur tørvur er á røktarstarvsfólkum bæði á sjúkrahúsunum og í eldrarøktini. Nú er at gera nyttu av tí tilfeinginum sum kemur út á arbeiðsmarknaðin og geva teimum og øðrum heilsurøktarum góðar umstøður at menna seg fakliga og fáa avbjóðingar, so tey støðast og trívast. Fyri at náa hesum er millum annað neyðugt við hægri normeringum “fleiri hondum í røktini”. Sum nú er, eru normeringanir soleiðis, at tað bert er tíð til tað sum er mest neyðugt. Tað kann ikki vera rætt.

Í sáttmálaanum hjá Almann-og heilsurøktarafelagnum er ein avtala um strategiska og skipaða førleikamenning á stovnum landsins. Oyramerki pening til hetta endamál!

Vit hava nøkur arbeiðspláss sum eru sera góð, og har tað gott at vera heilsurøktari, lat okkum fáa fleiri av teimum. Við góðum tvørfakligum samstarvi, fakligari menning og har fólk fáa góða røkt.

Myndugleikarnir fara vónandi undir at gera eina nýggja verjulóg fyri tey menningartarnaðu. Tann sum er nú er frá 1922. Tá skuldi eisini verið hugsað um tvørfakligt samstarv. Menningartarnað gerast eisini gomul og hava ymiskar sjúkur, so sum sukursjúku ov høgt BT og tørv á heilivág. Her kunnu heilsurøktarar í størri mun veita eina betri røkt enn t. d. pedagogar. Hinvegin kunnu pedagogar við sínum fakligheit koma meir inn á eldraøki.

Eg meini, at vit skulu fara inn á økini hjá hvørjum øðrum fyri at geva brúkarunum eitt betur heildartilboð.

Lat okkum fara til verka og gera Føroyar til eitt gott samfelag fyri okkum øll og brúka tilfeingið, sum vit hava her á landi, so rætt sum møguligt.