Brúkti bumbur móti eplatjóvum

Ein 73 ára gamal russiskur bóndi er dømdur treytaða fongsulsrevsing, eftir at hann við heimagjørdum bumbum vildi verja seg móti eplatjóvum. Aleksandr Skopintsev, sum býr í Primorje-økinum, var somikið leiddur av, at grannar hansara støðugt tóku burtur av veltum sínum, at hann at enda tók heldur óvanligar snildir í nýtslu.

Hann framleiddi sær tríggjar bumbur úr krúti og salti, og í besta hernaðarstíli fjaldi hann hesar og setti fótfellur til, soleiðis at bumburnar vórðu útloystar, um fólk traðkaðu á træðrirnar, sum hann hevði bundið í sjálvar bumburnar.

Og hetta eydnaðist eisini somikið væl, at ein av eplatjóvum fekk skaða av spreingiløðginini.

Tjóvurin meldaði, og dómarin gjørdi av, at Skopintsev skuldi fáa hálvt triðja ára treyta fongsulsrevsing.

Skopintsev játtaði seg sekan í ólógligari bumbuframleiðslu og fyri ólógliga at hava vápn við hús. Men hann legði afturat, at tjóvarnir bara kundu hildið seg burtur.