Átøk hjá amerikonsku og meksikonsku myndugleikunum gera, at tað er vorðið trupult hjá rúsevnahandilsmonnunum at smugla rúsevni úr Meksiko til USA. Trýstið á hesa flutningsleiðina er eisini vaksið, tí alt meiri rúsevni úr Kolombia verður nú flutt til Meksiko, haðani tað so eftir ætlanini skal til USA.
Nú um dagarnar fekk eitt eftirlitsflogfar hjá meksikanska flogvápninum ein kavbát úti fyri meksikonsku kyrrahavsstrondini. Tað var týðiligt, at hetta var ikki ein vanligur kavbátur. Sjóverjan sendi skip á staðið, og tá kavbáturin kom upp í vatnsskorpuna, tóku herflotamenn seg umborð á hann og tóku teir fýra menninar, sum mannaðu hann.
Tað vísti seg, at kavbáturin bleiv brúktur til at smugla rúsevni við. Meksikonsku myndugleikarnir siga, at rúsevnahandilsmenninir leita støðugt eftir nýggjum flutningshættum fyri at sleppa undan um myndugleikarnar, men hetta er fyrsta dømið um, at eisini kavbátar verða brúktir sum smuglifør, skrivar AP.