Talan var um eina merkisvera avgerð, tá Jens Petur Brattalíð í seinna hálvleiki dømdi brotsspark til Skála.
Skála kastaði langt innkast móti B68-brotsteiginum, tá dómarin av óvart kom at blása í floytuna. Síðani rópti dómarin »spæl víðari«, so mistakið kundu burturbeinast, men hetta hevði Ovi Magnussen hjá B68 ikki hoyrt. Hann helt dómaran hava bríkslað fyri umkasti, og tí skundaði hann sær at taka bóltin upp og tveita hann út aftur, so nýtt innkast kundi takast. Tað sektaði dómarin við brotssparki til Skála og gulum korti til B68.
So tað var einki løgið, um gestirnir kendu tað rættvíst, tá Bogi Gregersen eftirfylgjandi misnýtti brotssparkið.