Brøndby er á málstrikuni

Eftir FCK tap á útivølli snýr stríðið hjá teimum seg um at varðveita næstfremsta plássið, og í botninum er vónin lítil hjá uppflytarunum úr Randers um at sleppa undan niðurflyting

SUPERLIGAN

Nú skal vilja meiri enn illa til, um steypavinnararnir úr Brøndby ikki eisini skulu vinna meistaraskapið. Michael Laudrup varð ongantíð danskur meistari, tá ið hann sjálvur spældi. Fyritreytirnir vóru heldur ikki nakað serligar til tað, tí bóltsnillingurin var blaðungur, tá ið hann flutti úr Danmark og til Italia og síðani Spania at spæla fótbólt. Har var hann við til at vinna nógv gull og skreyt.
Leygardagin vóru Brøndby og Michael Laudrup í Aalborg, har fólk var í hvørjum einasta sessi. AaB er tað felagið, sum hevur staðið seg best av øllum í vár, og leingi bendi nógv á, at AaB skuldi fáa fulla úrtøku hesa ferð. Teir vóru frammanfyri 3-1, men seinna partin av 2. hálvleiki vísti Brøndby, hví teir eru á fremsta plássinum. Teir spentu álopsbogan, og miðverjin Daniel Agger, sum var fluttur í fremstu røð, skoraði tvey mál, og úrslitið gjørdist 3-3.
FCK er framvegis næstfremst, men fjarstøðan millum Brøndby og FCK øktist í vikuskiftinum. Nú er hon átta stig, og tá ið tað bara eru trý umfør eftir at spæla, so skal tað ganga meiri enn óvanliga illa hjá Brøndby, um teir ikki skulu gerast meistarar. FCK skal vinna allar sínar tríggjar dystir, og Brøndby skal ongantíð vinna. Eingin í danska fótbóltsheiminum roknar við møguleikanum, at annað felag enn Brøndby skal gerast meistari.
FCK var í Herning, har heimaliðið, FCM, vann 1-0. FCK royndi í 2. hálvleiki at leggja trýst á fyri at koma afturíaftur, men tað eydnaðist teimum ikki. FCM er á triðja plássinum. Teir eru tvey stig aftanfyri FCK, og bæði teir í FCM og teir í AaB hava verið so mikið stinnir síðstu vikurnar, at tað kann roknast við, at teir fara at leggja stórt trýst á FCK í stríðnum um heiðursmerkini.
Esbjerg hevur havt undanvind leingi, og aftur sunnudagin stóðu teir seg væl. Heilt nógvir áskoðarar vóru møttir til heimadystin ímóti OB. Tað var ikki so undarligt, tí fýra tær undanfarnu ferðirnar, tá ið hesi bæði gomlu stórfeløgini høvdu dystast, vóru ikki færri enn 25 mál skorað. Eisini hesa ferð vórðu nógv mál skorað, og harvið var undirhaldsvirðið høgt. Esbjerg vann 3-2, og teir eru væl við í kappingini um fjórða plássið, sum ber atgongd til Royalu kappingina við sær.
Viborg syrgdi við 2-1 sigri í Århus fyri, at teir hava møguleikar fyri at enda millum tey í ovara parti av stigatalvuni, meðan AGF tapið ber við sær, at teir ivaleyst fara at enda millum tey niðastu.
AGF er ikki í niðurflytingarvanda. Tað eru bara trý feløg í vanda fyri at flyta niður. Randers er niðast. Teir hava í sjey teimum seinastu royndunum bara skorað eitt mál, og eftir 2-0 tapið í Farum skal Randers fáa heilt stóra úrtøku burturúr trimum teimum seinastu umførunum, um teir skulu sleppa undan niðurflytingini. Randers skal spæla á heimavølli móti FCM og Esbjerg, og so skulu teir spæla í Viborg.
Kappingin um hitt niðurflytingarplássið stendur millum FCN og Herfølge. FCN styrkti um sína støðu við at vinna á Randers, og nú eru teir omanfyri strikuna. Herfølge fekk eitt stig á heimavølli eftir 1-1 móti Silkeborg. Spurningurin er, um tað í royndini at sleppa undan niðurflyting var nóg mikið hjá Herfølge.