Brøndby hálvsnávaði

Superligan: Eingin føroyingur var á vøllinum sunnudagin

Hvørki Óli Johannesen í AGF ella Todi Jónsson í FCK vóru á vøllinum sunnudagin, tá hesi bæði føroysku liðini í superliguni taptu. Óli Johannesen tykist hava torført at endurvinna plássið á besta liðnum í Århus, sum hevur keypt fleiri verjuspælarar í vetur. Og vøddaskaðin, sum Todi Jónsson hevur verið darvaður av síðstu vikurnar, helt enn eina ferð føroyinginum í FCK burtur frá, har tað gongur fyri seg.

Vit hava skilt á lagnum, at tað kanska hevði borið til hjá Toda at spælt, og tað hevði leiðslan í felagnum ógvuliga fegin vilja, at hann gjørdi. Men læknarnir hava higartil hildið, at tað ikki hevur verið ráðiligt at spæla. Í hesi vikuni kemur Silkeborg, sum sunnudagin vann á heimavølli móti FCK, til Keypmannahavnar at spæla móti FCK í steypakappingini, og tað er stórt sannlíki fyri, at Todi fer at fáa møguleikan í tí dystinum.


Herfølge góð kort

Jákup Mikkelsen hevði frí sunnudagin. Hann sat heima og fylgdi við í, hvussu tað gekk hjá kappingarneytunum hjá Herfølge. Tað er einki at siga til, at lagið var gott í Herfølge í gjár, tá teir hittust at fyrireika seg til heimadystin móti Viborg. Hesin dysturin varð spældur klokkan seks føroyska tíð. Vit fara at frætta úr Herfølge í morgin.

At lagið var gott í Herfølge komst av, at Brøndby, sum hevur verið mett sum besta boðið upp á meistaraskapin, bara fekk 1?1 í Vejle. Næstsíðsta sunnudag móti Lyngby var Brøndby aftanfyri 2?0, tá tíðin var um at vera farin, men tað eydnaðist teimum at javna í síðstu løtu. Hesa ferð var Brøndby aftanfyri 1?0 frá 3. minutti og inntil tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat. Tá javnaði Peter Graulund, sum er fyrrverandi Vejle spælari.

Í Brøndby fegnaðust teir sjálvsagt um, at tað eydnaðist at javna, men tað er einki at siga til, at fagnaðurin ikki var heilhjartaður. Í staðin fyri seks stig í tveimum umførum hevur Brøndby fingið tvey stig, og um Jákup Mikkelsen og teir í gjárkvøldið fingu stig, so styrktu teir um sína oddastøðu. Tað eru ellivu dystir inntil superligan sunnudagin 28. mai verður liðugt spæld, og nú eru tey fleiri, enn tey vóru fyri einum mánað síðani, ið rokna Herfølge sum besta boðið upp á meistaraskapin.


FCK verri fyri

Felagið hjá Toda Jónsson hevði í 2. hálvleiki allar møguleikar at fáa øll stigini í Silkeborg, men teir heilkiksaðu. Silkeborg fekk eitt reytt kort, tá 56 minuttir vóru farnir, og teir vóru á odda 1?0. Smáar tíggju minuttir seinni javnaði verjuspælarin Kofi Dakinah, og so tóktist spurningurin vera, um Silkeborg fór at megna at halda tørn um javnleikin, ella um FCK fór at fáa eitt ella fleiri mál.

Benny Johansen hevur áður verið venjari hjá FCK, sum hann hevur vunnið DM við. Nú er hann venjari hjá Silkeborg, og hjálparvenjarin hjá honum hevur í mong ár verið í KB og FCK. Sjálvandi fegnaðust teir báðir um, at tað eydnaðist undirmannaða Silkeborg at skora sigursmálið tríggjar minuttir undan leikloki. Málið ørkymlaði FCK spælararnar nógv, og Thomas Rytter sá reyðakortið í evstu løtu.

Silkeborg er nú á fjórða plássinum. At FCK hóast tapið framvegis hevur møguleika fyri at røkka altjóða luttøku kemst av, at hini liðini eru ófør at taka stig frá hvørjum øðrum.


AGF undir trýsti

Lyngby, sum vann 3?0 á AGF, er nú næstfremst. Liðið hjá Óla Johannesen hevði ikki nógv av bjóða uppá. Tá støðan var 3?0 fingu teir brotsspark, men Johnny Mølby misbrúkti gylta møguleikan.

At Vejle og Esbjerg, sum eru niðanfyri niðurflytingarstrikuna, fingu stig ger, at trýstið á AGF øktist.

Esbjerg megnaði málleysan javnleik móti meistaraliðnum úr Aalborg, sum hevur havt sera soltna úrtøku síðani vetrarstegðin. OB, sum eisini hevur verið mett millum niðurflytingar evnini, fekk aftur hesa ferð stig. Men hesa ferð vóru teir hepnir á heimavølli at javna til 1?1 móti AB.