DANMARK
Tað gongur upp á stás í Brøndby. Sunnukvøldið varð Brøndby venjarin, Michael Laudrup, kosin ársins venjari í Danmark. Tað var ikki so undarligt. Brøndby vann fyrr í summar steypakappingina, og í landskappingini vórðu teir næstbest. Í løtuni eru teir oddalið í landskappingini. FCK hevur verið mett sum mest sannlíki avbjóðarin, men úrslitini í vikuskiftinum styrktu avgjørt ikki um sannleiksvirðið í hesi metingini.
Sunnudagin hevði FCK vitjan av AGF. Århus felagið tykist hava fingið nýggjan íblástur og er hamskifti, síðani teir skiftu venjara. Hesa ferð var tað tó FCK, sum leingi hevði nógv mest spæl og nógv teir flestu møguleikarnar. Álvaro Santos stútaði til 1?0 longu í 6. minutti, eftir at Peter Nielsen hevði sent fríspark innfyri. Lílta løtu seinni sendi miðvallarin Hjalte Bo Nørregaard í innaru síðuna av stólpanum, men tað iðraðu teir seg ikki so ógvuliga nógv um, tí spælbýtið boðaði frá, at FCK mundi fara at fáa bæði eitt og fleiri mál afturat. Men soleiðis tørnaði tað ikki út.
Eftir steðgin vóru gestirnir meiri framfýsnir, og tíggju minuttir undan leikloki gjøgdist tað heilt friðarligt millum teir næstan átjan túsund áskoðararnar. Leon Andreasen sendi úr 31 metrum fríspark beinaleiðis í kassan, og harvið hevði FCK mist tvey sera týdningarmikil stig.
Longu leygardagin syrgdi Brøndby við 3?1 sigri í Herfølge fyri, at teir hildu kósina ímóti DM gullinum. Sigurin var tann sjeyndi á rað á útivølli hjá felagnum hjá Jón Róa Jacobsen.
Esbjerg var oddalið undan vitjanini í Farum, men eftir 2?0 tapið eru teir trý stig aftanfyri Brøndby, meðan fjarstøðan hjá FCK og fram til oddaliðið øktist til níggju stig.
Í botninum vann AB 2?1 í Valby ímóti Frem. Hetta var fyrsti sigurin hjá AB í tólv dystum. AB er kortini framvegis botnlið. Seinast teir vunnu var 31. august. Mótstøðuliðið ta ferðina var júst Frem.
Í Aalborg togaði heimaliðið seg eitt vet nærri heiðursmerkja plássunum. AaB legði syndarliga lítið sannførandi fyri í summar, men nú hevur fleiri ferðir gingið sum eftir ánni, og AaB er nummar seks. Mótstøðuliðið hesa ferð, OB, er framvegis á fimta plássinum. AaB vann 3?1, og munurin fram til fimta plássið minkaði av álvara. Viðhaldsfólkini hjá OB, sum fylgdu við úr Odense vóru ikki øll í eins góðum hýri, eftir at teirra lið hevði tapt. Løgreglan kendi seg noydda at leggja upp í, og fleiri vórðu løgd í handjørn.
Í Ikast endaði tað málleyst, tá ið Viborg vitjaði FC Midtjylland. Gestirnir vóru leingi leikliga omaná, og teir á heimaliðnum eru vónbrotnir av, at fjórða plássið, sum teir undan kappingarbyrjan høvdu sett nøsina eftir, nú er sjey stig burtur.
Hósdagin skulu bæði Brøndby og FCK royna seg í UEFA Cup. Brøndby verður mett at hava møguleika á heimavølli, meðan tað sær svartari út hjá FCK, sum suðuri á Mallorca skal royna at vinna 2?1 tapið á heimavølli aftur.
Backe tos í Noregi
Todi Jónsson bant frið frá venjing í síðstu viku. Møguliga skal hann venja eitt sindur í hesi vikuni. Tað er kortini heilt greitt, at hann skal ikki við FCK niður í Miðalhavið.
Saman við øllum øðrum hevur Todi møguleika í donsku og norsku pressuni at lesa, at venjarin hjá honum, Hans Backe, er upp á tal at gerast norskur landsliðsvenjari.
Í størsta norska blaðnum, VG, siga teir seg vita, at norska fótbóltssambandið hevur følt seg fyri í FCK. Venjarin vil einki siga, tí prinsipielt leggur hann ikki í at spæla við í spekulatiónum í pressuni. FCK bossurin, Flemming Østergaard, sigur seg heldur ikki hava nakrar viðmerkingar. Men hann vil fegin spæla við í pressuni og váttar, at tað hevur verið samband millum FCK og norska fótbóltssambandið.