Í farnu viku varð ein samstarvsavtala undirskrivað í Aberdeen millum Tórshavnar býráð og Aberdeen kommunu. Avtalan skal rudda slóð fyri einum breiðum og øktum samstarvi á flest øllum økjum. Tað er serstakliga vónin til eina komandi oljuvinnu í Føroyum og menning av øllum Atlantsmótinum, sum er íblásari til hetta samstarv.
Á samkomu á oljumessuni í Aberdeen segði Leivur Hansen, býráðsformaður m.a., at okkara tíð ber brá av tørvi á størri samstarvi, og við samstarvsskjalinum vilja báðir býirnir vera við til at fremja fíggjarligan vøkstur og stuðla vinnulívi, hóast tað í Tórshavn og í Aberdeen kann vera munur á samskifti við vinnulívið og almenna stovnar. Fyrisitingarligar mannagongdir bæði innan almenna og privata sektorin kunnu eisini vera øðrvísi.
Leivur Hansen segði víðari, at báðir partar eru samdir um: at kunna hvønn annan um týdningarmikil viðurskifti innan vinnulív og á almenna og mentunarliga økinum - at kunna um og menna og stuðla vinnuligum átøkum og íløgum og at hjálpa hesum ætlanum at fáa fótafesti á marknaðinum hjá hvørjum øðrum - at stuðla og menna samskifti innan okkara fíggjarheim og fyrisiting bæði heima og á uttanlanda marknaðum - at seta á stovn eina felags nevnd, sum skal taka sær av ymsum ætlanum við seks limum frá hvørjum býi. Av hesum skulu eisini umboð vera fyri vinnulívið. Nevndin skal møtast á hvørjum ári antin í Aberdeen ella Tórshavn.
Hópin av møguleikum
Leivur Hansen segði víðari, at samstarvið skal eisini bera í sær, at man kann útvega upplýsingar ella skipa kunningarmiðstøðir, har vinnulívið kann kunna seg um bæði samfeløgini. Henda kunning kann antin verða privat ella alment fyriskipað men skal verða í samráð við mentanina og tær fyriskipanir, sum eru í báðum samfeløgum.
Síðani reksaði hann upp møguleikan fyri samstarvi á flutningsøkinum, innan fiskivinnu og matvøruframleiðslu og marknaðarføring, innan umhvørvistøkni, orkutøkni, nýtslu- og menning av kunningartøkni og innan leiðslu, útbúgving og skeiðvirksemi bæði innan privata og almenna sektorin.
Leivur Hansen nevndi eisisi møguleikan at stuðla og menna mentunarligu og útbúgvingarligu møguleikarnar hjá teimum ungu. Í mestan mun eisini við atliti til ítróttar- og tónleikastevnir.
Síðani vísti hann á týdningin at stuðla og menna ferðamannavinnuna.
Í dag hevur Tórshavnar Kommuna líknandi samstarvsavtalur við Nuuk og Reykjavík umframt at vera í tí norðurlendska høvuðsstaðarsamstarvinum. (Í blaðnum í farnu viku varð nevnt, at Havnin eisini hevur samstarvsavtalur við Stavanger. Hetta er ikki beint. Men tað verður arbeitt við líknandi avtalu sum henni við Aberdeen, skilst. Blaðm.)
Leivur Hansen sigur seg vera sera væl nøgdan við avtaluna, sum nú er gjørd við Aberdeen, tí hann metir hon kann fáa stóran týdning fyri okkum. Hann sær fram til, at umrødda felagsnevnd fer til arbeiðis.
-Avtalan er fyrsta stigið og grundalagið undir tí ítøkiliga arbeiði, sum felagsnevndin nú skal fara undir.
Mugu vera tilreiðar
Leivur Hansen sigur, at teir hava skilt, at flestu av oljufeløgunum ætla at stovnseta skrivstovur í Havn. Tað hevur tí týdning longu nú at gera neyðugu fyrireikingarnar. Hann dylur heldur ikki fyri, at tað er eitt ynski hjá Tórshavnar kommunu, at ein oljuútgerðarhavn verður í økinum. Eitt av størstu arbeiðsplássunum í kommununi, Skipasmiðjan, hevur longu fingið samstarv við stórt útlendskt felag, og vónar býráðsformaðurin, at hetta hevur við sær, at havnin á Sundi fer at verða brúkt.
Uppá fyrispurning um kommunan hevur hugsað nakað um tørv á bæði bygningum, íbúðum og øðrum, tá ein oljuvinna tekur seg upp sigur Leivur Hansen, at hetta verður nakað, sum teir fara at taka upp í næstum og taka í størsta álvara.
-Vilja vit hava slíkt virksemi í kommununi, sum tað sær út til, so mugu vit eisini hava umstøður at taka ímóti hesum fólkum og teimum avbjóðingum, ið liggja í tí.
Í hesum sambandi er ætlanin, at umboð fyri kommununa skulu vera við á eini ráðstevnu í Noregi, har umboð fyri 10 oljubýir kring allan heimin vera við. Har verður so eitt av evnunum nettup spurningurin, hvussu man tryggjar familjum hjá oljuarbeiðarum bústað, skúlapláss, barnagarðspláss beinanvegin hesi fólkini fara til arbeiðis. Ráðstevnan verður í Stavanger í oktober, og tað er í hesum sambandi, at Havnin umhugsar at fáa eina líknandi samstavsavtalu sum hana við Aberdeen.
Hyggja eftir skrivstovum í Havn
Sosialurin skilur annars, at fleiri útlendsk oljufeløg í løtuni hyggja eftir hølum í Havnini. Tað er m.a. eitt krav í oljulógini, at oljufeløg hava skrivstovur her, tá tey fáa loyvi. Eisini útlendsk advokatfeløg hava ætlanir um at lata upp skrivstovu her fyri at ráðgeva stóru altjóða oljufeløgunum í sambandi við fyrstu loyvini í Føroyum. Talan er m.a. um onkra kenda altjóða advokatfyritøku, ið hevur skrivstovur kring allan heim, eitt nú eisini í Aberdeen. Hetta er fyritøka, sum nettup hevur specialiserað seg inann olju- og gasslógarverkið til at ráðgeva stórum altjóða oljufeløgum. Nú 1. útbjóðing nærkast verður hesum tørvurin meiri aktuellur.
Vælkomin
Borgarstjórin í Aberdeen, Margareth Smith varð eisini sera fegin um nýggja samstarvið, tá hon hevði orðið á samkomuni í Aberdeen. Hon ynskti teimum mongu føroyingunum vælkomnin á oljumessuna. Hon metti avtaluna hava stóran týdning fyri at styrkja samvinnuna millum báðar býirnar á flest øllum økjum. Hon mintist aftur góðu minnini, tá Havnarkórið hevði verið á vitjan. Hon segði seg at hava álit á, at nakað ítøkiligt fór at henda á oljuøkinum, nú oljufeløg sum BP og Amerada Hess og Texaco vóru millum feløgini, sum vórðu sinnað at fara undir leiting við Føroyar. Hon nevndi eisini, at Aberdeen fór at gera sítt til, at ein komandi flutningsleið millum báðar býirnar aftur fór at gerast veruleiki. Eisini nam hon við økta skúlasamstarvið millum býirnar, ið hon metti fór at verða ment í framtíðini. Somuleiðis vísti hon til møguleikarnar at menna ferðavinnusamstarvið, ið avgjørt varð nakað, sum bæði økini kundu gingið nakað burtur úr.
Eftir tær báðar røðurnar var samstarvsavtalan undirskrivað. Hjástødd vóru umleið 100 føroyingar, sum luttóku á oljumessuni.