Uni Rasmussen í Gøtu stillar upp til Fólkatingsvalið fyri Fólkaflokkin. Hesum boðar Fólkaflokkurin frá. Flokkurin skrivar, at brøðurnir Uni og Joen Magnus Rasmussen hava valt at býta uppstillingarnar sínamillum:
– Joen Magnus, sum situr á Løgtingi sum vara maður fyri Anniku Olsen, ætlar sær ikki á Fólkating, men vónar at verða valdur á Løgting í august.
– Uni hevur stóran áhuga í politikki, fyri donskum og føroyskum, og vil fegin tala søk føroyinga á Fólkatingi, um hann verður valdur, skrivar Fólkaflokkurin.
Á facebookvanga sínum skrivar Joen Magnus Rasmussen um beiggja sín:
»Hóast Uni gjørdist blindur, sum 21 ára gamal, í ferðsluvanlukku, hevur hann víst ein heilt serligan vilja til, at hetta ikki skal verða ein forðing í dagligdegnum. Hann kundi jú valt at sitið heima og tikið synd í sær sjálvum.
Ístaðin hevur hann gjørt slík megnaravrik, sum nærum einsamallur at klæða sær húsini í Gøtu, har meginparturin av arbeiðnum varð gjørt úr stiga.
Hann hevur verið uppi á takinum og gjørt viðlíkahaldsarbeiði.
Tá vit ein dag fletta 60 seyðir, so tummar hann allar 60.
Hann hevur runnið maraton.
Hann hevur súkklað úr Klaksvík til Paris við Rynkeby-liðnum.
Hetta eru bert nøkur dømi, um ein mann, sum avrikar nógv meir, enn væntast kann av honum.
Hann arbeiðir sum sjálvstøðugur vøddamýkjari, og er stjóri á Hotel Runavík.
Eisini er hann býráðslimur í Eysturkommunu.
Uni er róligur, siðiligur og passaliga tvørur.
Hesin viljin, ella hetta treiskni, eigur at koma væl við á Danatingi.
Eg ivist ikki, eg ætli at velja Una, og vóni at fleiri gera tað sama,« skrivar Joen Magnus Rasmussen um beiggja sín.
Mest lisið hesa vikuna
Tað gongur væl hjá Ragnari Joensen í Kina
24. oktober kl. 21:15
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
24. oktober kl. 15:02
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
15 tímar síðan
Ein stormskaði fráboðaður
25. oktober kl. 09:07
Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík
24. oktober kl. 10:22
Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge
26. oktober kl. 20:45
Fleiri tíðindi
Hondbóltur
Viborg sleppur undan Esbjerg og Odense í FINAL FOUR
4 minuttir síðan
Tíðindi
Fernisering av nýggju uppheingingini av føstu framsýningini
19 minuttir síðan
Hondbóltur
Champions League: Skanderborg-Aarhus endaði við svartaperi
34 minuttir síðan
Tíðindi
Stadig Væk – Tóra Trónd
49 minuttir síðan
Hondbóltur
Pauli bjargaði tveimum brotskøstum í heimasigri hjá Skövde
1 tími síðan
Tíðindi
Star Trek og X-men leikari deyður
1 tími síðan
Lesarabrøv
Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum
1 tími síðan
Hondbóltur
Liðið hjá Janu vann seg til FINAL FOUR í steypakappingini
1 tími síðan
Tíðindi
Sernámsdeildin roynir opna telefonráðgeving til dagstovnaøkið
1 tími síðan
Fótbóltur
Mjällby vann fyrsta sigurin í Allsvenskuni síðani 15. august
2 tímar síðan
Tíðindi
Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«
2 tímar síðan
Tíðindi
Bókaklubbadagur við Streymin
2 tímar síðan