Bróðurhondin

Í farnu viku kom fiskimálaráðharri okkara aftur úr Íslandi við einum fiskivinnusáttmála fyri inniverandi ár. Tað má sigast at hetta er sanniliga ein sáttmáli sum er sera góður fyri Føroyar.

 

Johan Mortensen



Í farnu viku kom fiskimálaráðharri okkara aftur úr Íslandi við einum fiskivinnusáttmála fyri inniverandi ár. Tað má sigast at hetta er sanniliga ein sáttmáli sum er sera góður fyri Føroyar.

Hesin sáttmáli hevur eitt marknaðarvirði uppá einar 100 Mio Krónur. Harfturat koma aðrar inntøkur í Landskassan av at virka fiskin osfrs. Eisini hava Íslendingar latið okkum 70 tons av kalva hóast teirra kalvastovnur er sera illa fyri.

Tey rættindir sum íslendingar fáa í okkara sjógvi stenda ikki mát við hvat teir lata okkum. Tað er tí eyg-sæð at tað er eisini stórur íslendskur politiskur vælvilji saman við íslendskum føroyavinum í vinnuni sum standa aftanfyri henda sáttmála sum rætt og slætt er ein stórfingin gáva til føroyska fólki í hesum okkara álvarstíðum. Ísland stuðlar okkum bæði moralskt og í verki. Vit eiga nógvar hollar vinir undur Jøklunum.

Eg kann ikki lata vera við at nevna at Ísland á hvørjum ári útflytur fyri slakar 150 Mio Kr (1999) til Føroyar einahelst av landbúnaðarvørum. Vit kvittera fyri stóru íslendsku vælvildina við munandi at skerja teirra útflutning, orsakað av óskiljandi føroyskari djóralækna-kapi-tulatión yvirfyri EU.

Hetta er til lítlan heiður fyri okkum og áttu vit í verki at sýnt Íslandi størri takksemi fyri teirra vælvild mótvegis føroyingum.

Tó, tað er mestur ein sannroynd at stórsinni trívist nú frægast har sum politiska frælsið valdar.

JA Í Mei