Hvussu dáma brøðrunum Sverra og Marner Kjærbæk at stýra flaggskipi føroyinga Norrønu tvørtur um høv og vera við til at halda lív í og menna hesa týðandi lívæðr og motorveg Føroya út á europeiska meginlandið! Hoyrið teir í spennandi reportasju í Vinnurásini á Rás2 í dag millum 16 og 18. Í sendingini, sum varir í knappar tveir tímar, fylgir verturin Jan Müller í kjalarvørrinum á nøkurm av oddunum í føroyskari sjóvinnu, yvirmonnum á brúnni, leiðslu í Smyril Line, landsstýrismonnum, manning og ferðafólki.
Verið við á hesi øðrvísi ferð til vesturjútska ídnaðar- og mentanarbýin Esbjerg, sum leygardagin varð alment tikin í brúk sum porturið hjá føroyingum inn á europeiska meginlandið.
Vinnurásin á Rás2 í dag klokkan 16.