Brævaskifti út í bók

»Christian Matras’ brevveksling med William Heinesen og Karsten Hoyda« er heitið á heilt sermerktari útgávu hjá forlagnum Fróðskapur, sum júst er komin í bókabúðirnar. Talan er um onki minni enn brævaskifti, sum teir tríggir rithøvundarnir Chr. Matras, William Heinesen og Kartsten Hoydal høvdu í tíðarskeiðnum frá endanum á fyrra heimsbardaga til nakað eftir seinna heimsbardaga. Bókin gevur ein sjádsaman møguleika at fáa innlit í ikki minst føroyskt bókmentaligt virksemi í hesum tíðarskeiðnum. Øll brøvini eru givin út við loyvi frá familjuni hjá brævaskrivarunum. Tað er Anne-Kari Skarðhamar, sum skrivaði Ph.D.ritgerð um partar av ritverkinum hjá Christiani Matras, sum hevur fingið skrivað brøvini av, viðmerkt og annars lagt útgávuna til rættis.