Bráðtíðindi: Nú er verkfallið av

Pedagogarnir og arbeiðsgevarar skriva undir sáttmála í hesi løtu

Tað er nú greitt, at verkfallið hjá pedagogunum er av. Fyrr í kvøld varð eitt semingsuppskot lagt fyri partarnir, og tað hava báðir partar góðtikið, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður – og sostatt er verkfallið av.

 

Semingsmaðurin sendi boð eftir pørtunum klokkan 10 í morgun og síðani hava tey samráðst. Upprunaliga vóru ikki  útlit fyri at fáa nakað semingsuppskot fyri partarnar í dag - men tað gekk betri enn væntað og partarnir fóru undir veruligar samráðingar. Fyrr í kvøld var tíðin so búgvin at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar og klokkan 23 í kvøld høvdu báðir partar góðtikið tað og nú er sáttmáli skrivaður undir.  

 

Semingsmaðurin vil ikki siga, hvat stendur í semingsuppskotinum, tað letur hann upp í hendurnar á pørtunum at greiða frá.

 

(Mynd: Pedagogfelagið)