Brævbumba brast á ukrainskari sendistovu

Løgreglan í Madrid hevur avbyrgt økið, og yvirgangsdeildin hjá løgregluni er á staðnum.

Lokalir miðlar í spanska høvuðsstaðnum, Madrid, vita í dag at siga, at ein brævbumba er brostin á ukrainsku sendistovuni í býnum.

 

Spanska løgreglan váttar hendingina, sum eitt nú lokali miðilin, El Mundo, skrivar um, og her verður sagt, at talan er um eina brævbumbu.

 

Eitt starvsfólk á sendistovuni skal hava fingið minni skaða av spreingingini.

 

Løgreglan hevur avbyrgt økið, og yvirgangsdeildin hjá løgregluni er á staðnum. Leitað verður eisini við bumbuhundum.

 

Reuters veit at siga, at uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba, biðir nú um øktan tryggleika við allar ukrainskar sendistovur.

 

##med2##

 

 

 

Uttanríkisráðharrin í Ukraina, Dmytro Kuleba.