Bragi og Jóna Ólavsdóttir vunnu Tvíspor

Aftaná ein vátan leygardag við Leynavatn, har tað gjørdist neyðugt at útseta kappríðinga til sunnudag, so eyðnaðist sunnudagurin stak væl, sólin skein oman og niðan og nógv fólk vóru komin at hyggja at kappríðing, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

 

Tað, sum oftast hevur størstan áhuga, er Tvíspor 1 flokkur, har vóru fýra ross við, men eiðishesturin Bragi við Jónu Ólavsdóttir tók við har tey sleptu í fjør og vunnu rímiliga greitt við tíðini 20,21. Nummar tvey var Marengo við Halli Hansen á bakið, tíðin var 21,40. Nummar trý gjørdist Svanna og Barbara Carlsen, teirra tíð var 21.44.

 

Tvíspor ung var sera spennandi og har vóru fleir áhugaverdir riðlar. Flokkin vann Sirkill úr Nólsoy við Ranju K. H. Djurhuus á bakið, tíðin var 20,26, bara fýra hundrandapartar aftanfyri Sílfa og Ása Bárðardóttir. Nummar trý var Báran við Fíu Nolsøe á bakið. 

 

Hinar greinarnar vunnu hesi, Tølt, Strákur og Bárður Johannessen. Skeið, Orka og Ranja K.H. Djurhuus. Trav, Grettir og Hallur Hansen. Tvíspor 2 flokk, Tindur og Barbara Carlsen. Aftaná FM kappingina var stuttleikakapping, hana vann Yrsa H. Djurhuus á hestinum Hepna.