Ábraham Løkin, venjari hjá NSÍ hevði blandaðar kenslur um tann næstseinasta dystin hjá sær, sum høvuðsvenjari hjá NSÍ.
Hann var nøgdur við, at tað eydnaðist NSÍ at halda B36 burtur frá teimum stóru málmøguleikunum í fyrra hálvleiki, sum endaði 0-0. Tó var NSÍ-venjarin alt annað enn nøgdur við uppdekkningin hjá NSÍ-verjuni, tá B36 skoraði til 1-0 og 2-1.
Fyri Ábraham hevur tað stóran týdning, at NSÍ vinnur á AB komandi fríggjadag í tí, sum helst verður tann seinasti dysturin hjá honum, sum venjari. Tí Abraham sær ikki í løtuni fyri sær, at hann ger eitt "comeback" sum venjari.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra samrøðuna Sportalurin gjørdi við Ábraham Løkin, aftaná dystin millum B36 og NSÍ.