OL 2012 er av á hesum sinni. Talan gjørdist í allar mátar um nakrar væl eydnar leikir. Tíverri fyri okkum stendur eftir at Pál Joensen ikki kom í finaluna í 1.500 metra svimjing, men sum heild ber illa til at finnast at leikunum.
Tey 302 gull heiursmerkini eru komin um hálsin á teimum bestu og á samlaði støðuni er USA á ovastu rók, eftir at Kina annars hevði flest heiðursmerki ein stóran part av leikunum.
Hvørki OL setanin ella OL endaveitslan fór nakrantíð at kunna koma upp á sama stig sum í Kina, tí tí loyvur bretska fíggjarskipanin ikki.
Hinvegin, so hevur Bretland so nógv annað at bjóða upp á og tað var eisini parada av stjørnunøvnum, sum framførdu til endaveitsluna eins og til setana.
Endaveitslan endaði við at borgarstjórin í London, Boris Johnson, handaði OL flaggið aftur til OL leiðsluna, sum handaði flagið víðari til borgarstjórin í Rio de Janeiro, sum verður vertur í 2016.
Sjálvboðin fingu størstu móttøkuna
Tað var ongin ivi um hvør hetjan av leikunum í London er. Í tvær vikur hava sjálvboðin arbeiðisfólk verið ein daglig sjón kring alt London og tey hava gjørt arbeiði við einum stórum smíli og ágrýtni.
Tað bæði hoyrdist og sást, tá formaðurin fyri leikirnar, Lord Coe, og forsetin í IOC, Jacques Rogge, nevndi sjálvbodnu arbeiðisfólkini.
– Vit fara ongantíð at gloyma smílini, blíðskapin, og stuðulin frá teimum sjálvbodnu arbeiðisfólkunum, segði Jacques Rogge.
Tey 80.000, sum vóru á olympiska leikvøllinum mundu ikki steðga við at heiðra hesar nýggju hetjurnar.
Eldurin sløknaður
Stutt fyri midnátt sløknaði OL eldurin, sum er settur saman av 204 ymiskum eldkeldum. Hvørt av teimum 204 londunum í OL fáa eina av eldkeldunum í part.
Tað var við tónum frá kenda bretska bólkinum, The Who, at eldurin spreiddi seg í 204 partar áðrenn hann sløknaði.
Olympisku leikirnir eru av á hesum sinni. USA er stinnast á heiðursmerkja tavluni, meðan Bretland og London hava prógvað fyri umheiminum, at tey eru í stand til at fyrireika OL.