Lutakastið til bólkaspælið í Champions League var í dag í Monaco. Sterkasti bólkurin er uttan iva bólkur D, har fýra meistaralið hittast, eitt nú sponsku og ensku meistararnir, Real Madrid og Manchester City.
Trý feløg eru á fyrsta sinni við í bólkaspælinum. Talan er um fronsku meistararnir úr Montpellier, donsku meistararnir úr FC Nordsjælland og spanska ríkmannafelagið Málaga.
Lutakastið fløskaði seg soleiðis:
Bólkur A:
FC Porto (Portugal)
Dynamo Kyiv (Ukreina)
PSG (Frakland)
Dinamo Zagreb (Kroatia)
Bólkur B:
Arsenal (England)
Schalke 04 (Týskland)
Olympiakos (Grikkaland)
Montpellier (Frakland)
Bólkur C:
AC Milan (Italia)
Zenit Skt. Pætursborg (Russland)
Anderlecht (Belgia)
Málaga (Spania)
Bólkur D:
Real Madrid (Spania)
Manchester City (England)
Ajax (Holland)
Borussia Dortmund (Týskland)
Bólkur E:
Chelsea (England)
Shakhtar Donetsk (Ukreina)
Juventus (Italia)
FC Nordsjælland (Danmark)
Bólkur F:
Bayern München (Týskland)
Valencia (Spania)
Lille (Frakland)
BATE Borisov (Hvítarussland)
Bólkur G:
FC Barcelona (Spania)
Benfica (Portugal)
Spartak Moskva (Russland)
Celtic (Skottland)
Bólkur H:
Manchester United (England)
Braga (Portugal)
Galatasaray (Turkaland)
CFR Cluj (Rumenia)
Champions League-bólkaspælið fer av bakkastokki um góðar tríggjar vikur, og eru leikdagarnir 18.19. september, 2.3. oktober, 23.24. oktober, 6.7. november, 20.21. november og 4.5. desember 2012.
Fyrsti dystur í 1/16-finalunum verða spældir dagarnar 12., 13., 19., og 20. februar 2013, meðan hin seinni verður leiktur dagarnar 5., 6., 12., og 13. mars.
Fyrru fjórðingsfinalurnar verða leiktar 2. og 3. apríl og tær seinnu 9. og 10. apríl.
Fyrru hálvfinalurnar verða spældar 23. og 24. apríl og tær seinnu 30. apríl og 1. mei.
Finalan verður spæld 25. mei á Wembley í London.