Brakandi Dynamit

Dynamit settu aftur hesaferð dám á Summar Festivalin. Og teir í Dynamit eru ikki keðiligir, tað vita vit, og vit fingu tað so dyggiliga staðfest í Klaksvík, tá Dynamit høvdu sítt show, ið bjóðaði fríggj á palli og frásøgumann, sum ílatin glitrutan og litríkan kjóla, vildi tosa sak teirra samkyndu og so Mike, ið sang um frensin hjá Óla


Dynamit høvdu lovað, at á Summar Festivalinum skuldi ongin keða seg ta løtuna, ið Dynamit fór á pallin.

Og lyftið hildu teir. Teir høvdu eitt stórt og lívligt show, og tey flestu mundu fáa tað, sum tey komu eftir, nevniliga skemt, syngið við løg og so ymiskt, ið bert kundi gera stóru fjøldina bilsna.

Ein brakandi orkubumba er kanska beinrakin lýsing av tí, sum Dynamit stendur fyri.


Hendi nógv

Lagt var fyri við sanginum Gev Mær Eina Øl og so hin um hann, sum er bangin fyri konuni. So komu heitari rútmur og allan vegin var veitslukent huglag og syngið við dámur.

Sing along fjøldin á Vágsbø slapp at nýta røddina, meðan Dynamit hevði sítt sing along party og meðan disco kendur tónleikur merkti stóran part av konsertini.

Dynamit eru undirhald og glaðar løtur. Tað er í stóran mun góðu løturnar, vit minnast teir fyri og seta í samband við hendan bólkin.

Og eg haldi meg vita, at limirnir í Dynamit sjálvir vita, hvar teir flóta. Og framførslan um viuskiftið prógvaði eisini, at talan er á ongan hátt um eina søkkandi skútu. Bólkurin hevur nógv ár á baki, men leikandi lætta lyndið ger, at bólkurin sum ongin annar er við, tá føroyingar savnast og syngja, rópa ella skrála sangir, sum øll duga, og sum svinga leikandi lætt.


Fríggjaði á palli

Allir teir góðu og kendu sangirnir komu fram í ljósið á Vágsbø. Men knapliga komu tveir gesta sangarar; Tóra Knudsen og Jógvan á Høvdanum, yngri. Á, lat meg vera, sungu tey bæði.

Men so hendi tað. Tann andlitsmálaði Jógvan á Høvdanum takkaði fyri møguleikan

at koma á pallin og síðani gjørdi hann øll bilsin.

Hann vendi sær til ein persón í stóru fjøldini, nevniliga til unnustu sína, og hon kom á pall, og Jógvan spurdi so; VILT TÙ GIFTA TEG VIÐ MÆR?

Og Vónbjørg játtaði og Jógvan á Høvdanum hevur, sum tann fyrsti og einasti, fríggjað á pallinum á Summar Festivalinum.

Djarvi biðilin fór av palli við komandi konu síni, og Dynamit showið koyrdi víðari við fullari ferð. Fyrsti sangurin hjá Dynamit - um kalda og váta drongin, ljóðaði. Sangurin hjá Jens Aksel Heldarskarð um Tom var so á skránni, innan eitt lagatyssi við kendum sangum hjá Dynamit ljóðaði.


Mike

Sjúrður Skaale, frásøgumaður, kom so á pall ílatin glitrutan og litríkan kjóla og skemtaði við, at her vóru samkynd fyri vanbýti og at her mátti henda okkurt.

Og so kom Mike á pall og sang um vælkenda frensin hjá Óla, sum er gay. Hetta var heilt víst ein minnilig løta, ið riggaði væl.

Niclas Heri staðfesti, at teir í Dynamit vóru sera fegnir um at hava møguleikan at koma á pall á Summar Festivalinum, og tað kendist eisini so.

Grøv nummar 13 og Hippy Hippy Shake vóru so á skránni, og guitarleikararnir Erik og Mikkjal sluppu at spæla solo og rocka.

Dynamitt stóðu fyri einum veruligum braki og alt var júst tað skuldi: lív í og øll kendu hittini.

Vit sluppu att syngja La La La, og Na Na Na.

Jú, teir hava funnið sína hill og tað er avgjørt hillin, ið ofta verður leitað aftur til, tá glaðar løtur eru á skránni.