Brakandi succés í Grasagarði

Í allan dag hava børn og foreldur hugna sær í Grasagarði, har Barnafestivalur er á skránni Barnafestivalurin varð fyri fyrstu ferð settur á skránna í dag, men talan verður neyvan um seinasta festivalin av hesum slag.

Talan var snøgt sagt um eina brakandi succés, og enn eru seinastu pylsurnar ikki grillaðar í Grasagarði, har opið er til klokkan 23.

Umframt pylsur, popcorn og candy-floss, so hevur talan eisini verið um undirhald av alskyns slag. Millum annað Ævintýraferðina og Lort í býin, eins og ein gyklari hevur verið á pallinum, har fleiri ungdómsbólkar eisini hava roynt seg.

Og so hevur tað heldur ikki gjørt dagin verri, at veðrið hevur spælt somikið væl við, sum tað hevur gjørt í dag. Summarveður av besta slag, har bæði stór og smá børn hava hugnað sær allan dagin á tamb.