Mest spennandi mansdysturin hetta umfarið verður ikki spældur fyrr enn mikukvøldið. Tá vitjar VÍF hjá H71 í enn ein av teimum dystunum, sum kunnu fáa heilt avgerandi týdning fyri vónirnar hjá liðunum fyri at røkka FM-finaluni.
Leygar- og sunnudagin verða tó eisini hondbóltur á skránni. Leygardagin skal StÍF á vitjan hjá KÍF. Einki er at ivast í, at strandingar eru stórfavorittar til dystin. Men StÍF hevur fleiri ferðir víst, at teir hava tað trupult í teimum á pappírinum løttu dystunum. Nakað sum varð so dyggiliga undirstrikað, tá KÍF vann dystin á Skála í endaspælinum.
Sunnudagin verður so grannauppgerð í høllini á Hálsi, tá Neistin og Kyndil skulu takast. Her tykist eingin ivi vera um, at Kyndil er favoritturin. Men eisini Neistin hevur havt hug at glepsað nakað at hinum liðunum í ár, so talan kann eisini verða um óvæntaðan spenning.