Høllin á Hálsi er í kvøld karmur um North Atlantic Fight Night, ið er eitt stórt tiltak við útlendskum íðkarum innan boksing, kickboksing og MMA – Mixed Martial Arts.
Hóast dýrdarveður, so hava nógv fólk leita sær inn í høllina at eygleiða hetta serliga tiltakið, ið hevur verið nógv umtalað av tí at tað er somikið ógvusligt.
Dysturin, sum flestu føroysku áskoðararnir gleða seg til at síggja, man vera tann, har føroyski Fróði V. Hansen skal royna seg ímóti Raymond Jarman úr Hollandi.
Tí dystinum sleppa áskoðararnir at bíða eftir eina løtu enn, tí í løtuni eru tað útlendskir íðkarar, sum hava roynt seg í bæði MMA og kickboksing. Tilsamans átta dystir skulu avgreiðast.
In.fo er á staðnum og fer at fylgja við hvussu fer at gangast føroysku luttakarunum, har hálvføroyska Sarah Mahfoud eisini luttekur.