Hondbóltur ? menn
Absolutti toppdysturin hetta vikuskiftið er uttan iva tann í Havn millum Neistan og VÍF. Ein dystur, sum lættliga kann gerast avgerandi fyri, hvønn veg meistaraheitið fer, og sum í øllum førum fer at geva eina ábending um, hvussu liðini eru fyri, nú vit so spakuliga nærkast endaspurtinum í hondbóltskappingini.
Mugu standa saman
VÍF tapti fyri fyrstu ferð hetta kappingarárið, tá teir mikukvøldið vitjaðu á Skála, men hóast hetta var fyrstu ferð, so kann neyvan sigast, at tapið kom sum nakað sjokk fyri vestmenningar.
Verður sæð burtur frá dystinum móti Neistanum fyri hálvari aðru viku síðani, so er langt síðani, at VÍF hevur sýnt eitt sannførandi avrik. Móti kollfirðingum prísaðu teir sær lukkuliga fyri, at tað eydnaðist at toga sigurin í land, og beint fyri jól fingu teir bert eitt stig úr dystinum móti H71.
Hetta kundi bent á, at liðið hevur stórar trupulleikar at dragast við, og hesir gerast neyvan minni av, at hvørki Sámal Joensen ella Eli Müller, tykjast vera tøkir í løtuni. Ein lítil møguleiki er tó fyri, at Sámal kann vera við sunnudagin, men spurningurin er, um vestmenningar vilja vága eyma ryggin í einum dysti, soleiðis at skaðasteðgurin gerst longri enn neyðugt.
Sigurin móti Neistanum prógvaði tó sum sagt, at liðið kann reisa seg, og kanska verður sálarliga ávirkanin av hesum dystinum júst tað, sum kann bjarga VÍF. Teir vita við sær sjálvum, at teir eru førir fyri at standa saman, tá nógv stendur á, og neyvan hevur hetta verið so neyðugt hjá teimum í langa tíð, sum tað verður sunnudagin.
Verjan er lykilin
Neistin líkist hinvegin einari væl smurdari maskinu í løtuni.
Á álopssíðuni er liðið mest sum flúgvandi í hvørjum dysti, og eru teir ikki tað, so hevur liðið kortini somikið sterkar einstaklingar, at hesir mest sum einsamallir kunnu avgera ein dyst. John Petersen, Hans Áki Dal-Christiansen, Jacob Jónsson og Heini Joensen, eru allir leikarar, sum á einum góðum degi fara upp um tey 10 málini, og so kann gerast meira enn tungt hjá mótstøðuliðunum.
Móti VÍF í Vestmanna var trupulleikin tó, at ringu dagarnir vóru ov nógvir í tali, og hetta kundi bent á, at liðið er eins væl fyri sálarliga, sum vestmenningar eru tað. Hinvegin kann hetta eisini viðføra, at viljin til at vinna verður enn sterkari hesaferð, og hendir tað, er lítið at ivast í, at Neistin er greiður favorittur.
Størsti trupulleikin hjá liðnum hevur leingi verið verjuparturin, men spurningurin er, hvørt hesin kortini er um at verða loystur. Fleiri av seinastu dystunum hevur liðið roynt seg við 3-2-1 verju, og møguliga er hendan nú somikið væl innspæld, at hon verður avgerandi luturin.
Undir øllum umstøðum, so hevur Neistin valla ráð at tapa dystin sunnudagin. Gera teir tað, so er VÍF trý stig á odda, og so kann Neistin bara vóna, at vestmenningar annars halda á fram við tungu gongdini, soleiðis at stig verða mist á vegnum, meðan havnarliðið samstundis skal vinna alt sítt, og tað kann gerast ein tung og drúgv bíðitíð.
Tvær lokaluppgerðir
Annars verða dystir afturat leiktir um vikuskiftið, og er í báðum førum talan um lokaluppgerðir.
Í Havn hittast H71 og Kyndil leygardagin, og hóast hoyvíkingar á pappírinum eru sterkari, so er spenningurin um dystin stórur.
Júst móti H71 vann Kyndil ein hampuliga óvæntaðan sigur í grundspælinum, og tað er so avgjørt einki, sum bendir á, at liðið er vorðið veikari, nú farið verður undir grundspælið. Tvørtur ímóti hevur spælið verið heilt gott til tíðir, men spurningurin tykist vera, um teir raka rætta dagin móti hovyíkingum, sum við Bjarna, Halgir og Finni hava einstaklingarnir, sum lættliga kunnu søkka alla vón hjá Kyndli um stig leygardagin.
Seinsti dysturin verður á Skála, har StÍF tekur ímóti Tjaldri, og eins og við hinari lokaluppgerðini, so tykist hesin dysturin at vera víðopin.
StÍF hevur annars við sigrinum á VÍF alla grund til at bera høvdið høgt, eins og sjálvsálitið skuldi verið í topp. Tískil kunnu teir lættliga fatast sum sjálvsagdir favorittar.
Við StÍF tykist tó einki at vera sjálvsagt. Avrikini hava svingað millum tað eminenta og tað heilt vánaliga, og so er spurningurin, hvussu lagið verður hesaferð.
Heldur ikki hjá Tjaldrinum hevur stórvegis skil verið á, hvussu avrikini hava verið. Til tíðir hevur mest sum alt borið til, meðan støðan aðrar tíðir er júst hin øvugta, so alt í alt tykist dysturin á Skála vera púrasta opin.