Eldávaringin er ikki at spæla við

Í gjárkvøldið var eitt stórt apparat sett í gongd, tá Tórshavnar Sløkkilið fekk eina sjálvvirkandi fráboðan um, at eldur møguliga var í Eysturskúlanum.

Myndin er tilvildarlig.

Um 20.30-tíðina í gjárkøldið fór sjálvvirkandi eldávaringin í gongd hjá Tórshavnar Sløkkiliði, og fráboðanin var, at okkurt var áfatt í Eysturskúlanum í Havn.

 

- Bæði sløkkilið og løgregla fóru á staðið, men her vísti tað seg - tíbetur, mugu vit siga - at talan var um falska fráboðan. Her var nevniliga hvørki roykur ella eldur.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini visti í morgun at siga, at ábendingar eru um, at onkur hevur verið inni í einum skápi á skúlanum og hevur trýst á ein knøtt, sum sjálvvirkandi sendir boð til sløkkiiðið.

 

- Vit eru ikki heilt vís í, hvør samanhangurin er, men málið verður kannað. Vit fara eitt nú at tosa við skúlans leiðslu fyri at vita, um greiða kann fáast á málinum.

 

Vaktleiðarin leggur aftrat, at ávísur illgruni er um, at onkur hevur trýst á knøttin, sum boðar frá, at eldur er í, men tey kunnu einki siga við vissu, fyrr enn málið er kannað neyvari.

 

- Í øllum førum kunnu vit siga, at slíkt er ikki at spæla við, tí í slíkum føri verður eitt stórt apparat sett í gongd við bæði sløkkiliði, løgreglu og møguliga sjúkrabilum.

 

Vaktleiðarin legði aftrat, at tey í løtuni ikki eru fullgreið yvir, hvør var í Eysturskúlanum um hetta mundið í gjárkvøldið, men hetta verður eisini kannað.

 

 

 

 

 

Myndin er tilvildarlig.