Brandfellan í føroyska heiminum

Í kvøld klokkan 20 sendir sjónvarpið hjá Kringvarpinum eina føroyska dokumentarsending út frá einum av stóru sorgarleikunum í nýggjari tíð her á landi.

Hesin sorgarleikurin fór fram í samband við ein eldsbruna í einum sethúsum í Ravnsoyargøtu í Havn. Her brunnu trý børn inni tann 7. mars í 2006.

Út frá hesum fer sjónvarpsverturin Jan Lamhauge at seta sjóneykuna á brunatrygdina á føroyska bústaðarmarknaðinum, og hvørt fólk í dag taka ta sonevndu brunakunngerðina í álvara.

Hann hevur fyrireikað hesa sendingina í fleiri mánaðir, og í kvøld er hon so sett á skrá undir heitinum: Brandfellurnar.

- Eg ynski at vísa á týdningin av hesi lógini, soleiðis at fólk fara at gera nakað við brunatrygdina. Hetta kann snøgt sagt gerast munurin millum lív og deyða, sigur Jan Lamhauge í stuttari viðmerking við Portalin.