Tað eru fáir útróðrarbátar í bólkinum, sum í uppgerðini hjá Vørn yvir veiði-og veiðivirði verða róptir bólkur 4 A. Hetta eru bátar, sum eru millum 15 og 40 tons. Tað eru serliga tveir útróðrarbátar, Brandur og Bragd, ið báðir eru úr stáli, sum her síggjast aftur, og teir eru báðir heimahoyrandi í Norðoyggjum.
Brandur fiskaði í 2020 sløk 400 tons - ella neyvt 398,9 tons, og Bragd fiskaði 356,3 tons.
Toskaveiðan hjá bátunum var ávikavist 114,5 hjá Brandi og 125,8 tons hjá Bragd, og Brandur hevði 261,6 tons av hýsu, meðan Bragd hevði 220,4 tons av hýsu.
Í 2020 hevði Brandur tilsamans 3,7 tons av havtasku, og Bragd hevði 2,4 tons av havtasku. Meðan Brandur hevði 9,2 tons av longu, hevði Bragd 2,7 tons av hesum fiskaslagi.
Haraftrat hevði Brandur væl meira av hvítingi - ella 5,4 tons í mun til 1,4 tons hjá Bragd.
Hyggja vit eftir veiðivirðinum hjá báðum bátunum í 2020, var samlaða veiðivirðið hjá Brandi fyri árið stívliga 5,2 miljónir, meðan veiðivirðið hjá Bragd var stívliga 4,7 miljónir krónur.
Soleiðis endaði Brandur, sum Janus Sørensen á Viðareiði eigur og rekur, enn einaferð á ovastu rók í sínum bólki.
##med2##
Janus Sørensen heldur, at árið í fjør, soleiðis sum tað nú einaferð háttaði sær, gjørdist á góðari leið, sum hann tekur til. - Men, eg ivist ikki í, at um korona ikki órógvaði, høvdu vit havt fiskað fyri einar tvær miljónir krónur meira. Vit mistu fleiri dagar í summar, tá vit ikki sluppu av við fiskin, tí virkini keyptu ikki.
Hann vísir á, at teir í fjør høvdu tilsamans 90 útróðrardagar, men hann heldur, at dagarnir - um alt var, sum tað plagdi – høvdu verið einir 20 fleiri, og tá høvdu teir helst havt fiskað út við 500 tons, sum hevði verið eitt gott ár í veiðinøgd.
- Í 2019 høvdu vit eisini 90 fiskidagar, men tá avreiddu vit fyri 7,6 miljónir krónur. Hetta árið var nógvur fiskur at fáa, og vit gjørdu eitt gott ár, tó at vit lógu í tríggjar mánaðir á sumri, tí vit skiftu motor. 2018 høvdu vit eisini eitt gott ár.
Janus Sørensen sigur, at eitt vanligt fiskiár hjá einum útróðrarbáti sum Brandi liggur millum 90 og 120 fiskidagar. - Hetta veldst um veður og um fiskur er at fáa sum summarið, sigur hann.
Teir fyrstu tíggju dagarnir av árinum í ár hava hildnast helvtina verri í veiðivirði enn fyrstu tíggju dagarnir í fjør.
- Hýsa er stórur partur av veiðini, og hon hevur havt vánaligan prís, nú alt Stórabretland er lukkað niður vegna koronu. Prísurin á toski er eitt sindur lakari enn í fjør, men vit eru, soleiðis sum støðan er, rímiliga væl nøgdir við toskaprísin. Toskur er tó bert umleið ein fjórðingur av veiðini í løtuni, sigur Janus Sørensen.