Brandur aftur á máltalvuni

Føroyski miðvallarin hevur fingið eina góða byrjan í íslendska FH.

Brandur Hendriksson var aftur í kvøld ein brandur fyri íslendska lið sítt, tá ið hann, Gunnar Nielsen og hinir liðfelagarnir í FH vunnu 3-1 á heimavølli ímóti KA Akureyri í íslendsku Pepsi-deildini.


Báðir føroyingarnir byrjaðu inni, og Brandur Hendriksson skeyt málið til 2-0. Hann varð útskiftur í 88. minutti. Brandur skeyt eisini eitt mál sunnudagin, tá ið FH vann 3-2 ímóti Fjølni. Hini bæði málini í kvøld skeyt Steven Lennon.


Kaj Leo í Bartalsstovu spældi í kvøld allan dystin fyri ÍBV, sum tapti 2-1 á útivølli ímóti Fylkir. Kaj Leo legði upp til einsamalla málið hjá oyggjamonnunum í 90. minutti.


FH hevur níggju stig fyri fyrstu fýra dystirnar og er á einum deildum fyrsta plássi saman við Breiðabliki, sum tó hevur ein dyst til góðar. Breiðablik spælir í morgin á útivølli ímóti KR. ÍBV er aftast við einum stigi.