Brandur álvarsliga skaddur

Kanningar vísa, at Brandur Hendriksson skal undir skurð og spælir ikki aftur í 2022

Mynd: (Helsingborg IF)

Svenska felagið hjá Brandi Hendriksson, Helsingborg IF, boðar í dag frá, at føroyski landsliðsspælarin skal undir skurð og væntast ikki at spæla aftur fyrr í hesum árinum.

 

Í farnu viku fekk hann ein knæskaða á venjingarlegu í Marbella í Spania. Fyrstu ábendingarnar vóru, at talan var um álvarsaman skaða. Nú hava kanningarnar víst, at talan er um so álvarsaman skaða, at Brandur skal undir skurð.

 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Brandur Hendriksson er óheppin. Í 2017 bleiv hann eisini langtíðarskaddur, tá í dysti fyri eykaliðið hjá Randers FC. Tá megnaði hann at koma sterkt aftur.

 

Skálvíkingurin spældi í fjør 29 dystir fyri Helsingborg IF, sum flutti upp í bestu deildina, men tað verður uttan Brand Hendriksson fram til ársenda. Sostatt verður Brandur Hendriksson heldur ikki at síggja á landsliðnum í næstum. Føroyar spæla venjingarlandsdystir móti Gibraltar og Liktenstein, og eru í Nations League bólki saman við Lettlandi, Luksemborg og Turkalandi.

 

Mynd: (Helsingborg IF)