Brandur Enni tók um vikuskiftið ovasta sessin á 15 teimum bestu aftur frá amerikansku P.O.D.
Hetta er 6. vikan, at heitislagið »Waiting in the Moonlight« er á hitlistanum hjá Útvarpinum, og fyri aðru ferð nummar 1. Brandur hevur ligið millum fremstu sangirnar, síðani hann kom inn á listan.
Sunnumorgunin var Brandur Enni gestur í sendingini Snurre Snups Søndagsklub, sum verður send á danska TV2.
Væl kendi Bubber er vertur í sendingini, og hann prátaði við Brand. Ungi tvørámaðurin framførdi eisini sangin »Waiting in the Moonlight«, og framførslan riggaði væl.
Umframt prátið við Brand vísti Bubber eisini brot úr sjónbandalagnum hjá Brandi, og hann var serliga hugtikin av framúr vøkru landlagsmyndunum í sjónbandalagnum.