Brandur er nýggjur formaður

Á aðalfundi hjá Føroya Ríðingarfelag í seinastu viku, var nýggj nevnd vald og samstundis valdi formaðurin seinasti trý árini, Hallur Hansen at takka fyri seg. Aðalfundurin valdi Brand í Dali sum nýggjan formann. Elspa Petersen sum hevur verið næstforkvinna takkaði eisini fyri seg.

 

Á fundinum skipaði nýggja nevndin seg soleiðis. Formaður, Brandur í Dali, Næstformaður Osvald S. Johansson, nevndarlimir, Mortan Hansen, Barbara Chaparro og Tummas P. av Reyni. Tiltakslimir eru Dina Splidt og Alberg Lútzen. Sum kassameistara valdi nevndin Bjørn Patursson.