Brandur fær helst debut

Nógv bendir á, at Brandur H. Olsen fær sínar fyrstu minuttir fyri besta liðið í kvøld

Brandur Hendriksson Olsen stendur til at fáa sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá FCK. 18 ára gamli skálvíkingur fekk fyri kortum debut á føroyska A-landsliðnum, og í kvøld fær hann helst eisini debut fyri besta liðið hjá FCK, sum í steypakappingini skal spæla móti FC Roskilde úr 1. deild.

 

Les eisini: Brandur gjørt sáttmála við FCK

 

Føroyski miðvallarin hevur gjørt stór framstig seinastu tíðina. Hann kom fram í føroyska fótbóltsheiminum, tá hann luttók í U19 Champions League kappingini, sum hevur heitið Youth League. Her var hann millum annað við til at vinna á Real Madrid, sum hevði lítla Zidane, Enzo, á liðnum.

 

Sum skilst, so er venjararnir hjá FCK vælnøgdir við menningina hjá Brandi seinasta árið. Hann fekk fyri kortum eisini nýggjan trý ára sáttmála við FCK. Tað hevur sum skilst eisini verið upp á tal, at hann skuldi sleppa upp í part longu áðrenn, men umstøðurnar hava ikki verið til tað.

 

Steypadysturin millum FC Roskilde og FCK byrjar klokkan 19:30. Longu klokkan 17 møtast Vejle og AaB, sum hevur avikavist Viljorm Davidsen og Gilla Sørensen í hópunum. Hetta eru alt dystir í triðja umfari í donsku steypakappingini.