Brandur fekk einki lyfti um bakkaverju

Brandu Sandoy, sum sat sum varamaður á løgtingin fyri Fólkaflokkin herfyri, nýtti tá høvi at seta Rigmor Dam, landsstýriskvinnu í mentamálum, nakrar spurningar um bakkaverju á Sondum á Sandi.

 

Føroya elsta búseting liggur á Sondum á Sandi, men veður, vindur og aldur hótta nú vit at máa bakkan undan, so at hesi fornminnini skola á sjógv og fara fyri skeytið, sigur Brandur Sandoy, sum eisini er bygdaráðsformaður á Sandi.

 

Les eisini Føroya elsta búseting fer í havið

 

Hann spurdi landsstýriskvinnuna, um hon ætlaði at seta bakkaverju upp og nær arbeiðið í so fall fór at byrja.

 

Úr svarinum hjá Rigmor Dam skilst, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um at seta bakkaverju upp á Sondum. Hon sigur, at Tjóðsavnið og Landsverk hava sett fyribils verju upp í økinum, men viðmerkir, at um vandi nú aftur er á ferð, má málið takast upp til nýggja viðgerð.

 

Hon sigur tó, at um tað er sum borgarstjórin sigur, at vandi er fyri at hesi fornminnini fara fyri skeyti, mugu Tjóðsavnið, Landsverk og Sands kommuna skjótast gjørligt taka stig til at fyribyrgja hesum í tann mun, tað letur seg gera.

- Eg kann vissa løgtingsmannin um, at er niðurstøðan tann, at neyðug stig mugu takast til tess at bjarga jarðfestum fornminnum, í hesum føri á Sondum á Sandi, so eri eg fús at virka fyri at lyfta uppgávuna saman við avvarðandi pørtum. Er talan um at útvega neyðuga fígging, má hetta eisini viðgerast politiskt.