SAMRØÐA
?Eg vildi gjarna hava festivalin í 20 ár. Havi valt mær hetta tíðspunktið sum eitt
hóskandi tíðspunkt at gevast.
Orðini omanfyri eigur Brandur Øssurson, sum í tjúgu ár hevur verið primus motor aftanfyri Tórshavnar jazz-, fólka- og bluesfestival. Men nú er liðugt við Jazzfestivalinum, tí Brandur og kona hansara flyta til Danmarkar.
Brandur, sum er sonur Janus Øssurson, er hálvur føroyingur og hálvur norðmaður. Hann fyllir sjeyti ár í januar mánað, men "bert" 38 av hesum árunum heuvr hann verið við føstum bústaði í Føroyum.
Konan, Unna, og Brandur fara frá 1. september at halda til í einari íbúð á Frederiksberg.
Liðugt við festivali
Seinni árini hevur Brandur Øssurson verið mest kendur fyri sín leiklut í sambandi við Jazzfestivalin. Tað var Brandur, sum tók stig til fyrsta festivalin í 1984, og hann fyrireikaði tann tjúgunda og síðsta í røðini fyri nøkrum vikum síðani.
Hugskotið til festivalin fekk Brandur, tá hann gjørdist føroyska umboðið í Norðurlendska jazzfelagsskapinum.
?Fundirnir vórðu vanliga hildnir í sambandi við ymsar festivalar. Har sá eg, hvussu
heilir býir, sum ikki allir vóru serliga stórir, livdu í sambandi við jazzfestivalir. Stór nøvn komu og spældu í fimleikarhøllum. Stemningurin var heilt serligur, sigur Brandur.
Hetta var um tað mundi, tá Norðurlandahúsið júst var bygt, og somuleiðis var Hotel Føroyar latið upp. Eisini sigldi Norrøna til Føroya.
?Hesi trý gjørdu, at tað var kapasitetur fyri at halda ein festival í Føroyum.
Samstundis sum tað kundi gerast spennandi tónlistarliga, so fekk tað eisini ferðafólk hendavegin, sigur Brandur Øssurson.
Og tað lá eisini ræðið fyri at fáa kend nøvn til Føroya. Norðurlandahúsið var ein góður karmur um festivalin, og útlendskir tónleikarar vildu fegnir koma til Føroya.
?Tað kostar nógv at fyrireika ein tílíkan festival, men tónleikararnir vildu oftast
koma til Føroya fyri at uppliva oyggjarnar. Stór nøvn verið ógvuliga lagalig, og tískil hevur tað verið møguligt at skipa fyri, sigur Brandur.
Tá festivalurin var sprottin úr einum norðurlendskum samstarvi og varð hildin í Norðurlandahúsinum, so vóru tað fyri tað nógva norðurlendsk nøvn, sum spældu á jazzfestivalinum.
Bjørn Afzelius, Kim Larsen, Cecilia Nørby og Hanne Boel eru bert nøkur av teimum kendu, sum hava luttikið á festivalinum.
Jazzfestivalurin helt til í Norðurlandahúsið hvørt ár í august í sjeytan ár. Fýra kvøld við jazzi vakti eisini ans uttanlands og var nakað av tí, Norðurlandahúsið í Føroyum var mest kent fyri tey fyrstu árini.
Men eftir seytjan í Norðurlendskum regi flutti festivalurin oman í miðbýin. Listastevna Føroya kom staðinfyri Jazzfestivalin og aðrar festivalar, og Brandur var av fyrstan tíð eisini við í fyrireikingunum til Listastevnuna. Men hann tók seg burturúr ? uttan nakra ósemju ? og fór heldur aftur at skipa fyri Jazzfestivalinum.
?Eg havi altíð verið meira enn pionerur enn ein viðlíkahaldari. Helt eisini tað vera spennandi at flyta festivalin út úr Norðurlandahúsinum, sigur Brandur.
Tískil varð farið undir at fyrireika Jazzfestivalin, har spælt var í Gongugøtuni og á smærri. Ikki tí. Stór nøvn sum Stig Rossen hava eisini verið á vitjan, men konseptið var nakað øðrvísi.
Men tjúgu eru nóg mikið, heldur Brandur.
?Nú hava vit roynt hetta konseptið í tjúgu ár, og tað er so nógv, sum er broytt. Tað
gevur onga meining at fasthalda tað sama, sigur Brandur.
Hann sipar millum annað til, at býurin, tónleikararnir og nógv annað er so nógv
broytt.
?Vit síggja nú ein café mentalitet í Havn. Tá vit byrjaðu vóru heldur eingi skeinkiloyvi í Havn, og jazzur var næstan ein politisk støðutakan. Nú eru fólk meira avslappað, tí er eisini hóskandi við onkrum nýggjum, sigur Brandur.
Jazzfestivalurin hevur samlagt hýst eini 3.000 tónleikarum.
Nýta góðu árini
Unna og Brandur eiga bæði vaksin børn og abba- og ommubørn í Danmark. Tey flestu búgva í Keypmannahavn, og tað ger ein stórur partur av vinarskaranum hjá hjúnunum eisini í Keypmannahavn.
?Skal mann nýta nøkur góð ár afturat, so má mann gera tað, meðan mann kann, sigur Brandur, sum heldur tað fara at vera trupult at siga farvæl við Føroyar, men hann fer at vitja aftur.
Unna og Brandur hava áður roynt at búð í øðrum londum, soleiðis at hetta ikki er nakað nýtt fyri tey.
Og Brandur fer eisini at spæla saman við sínum upprunaliga orkestrið Irving Anckers Sekstet, sum hann spældi við í 1950.
? Tað passar best fyri meg at fara frá, tá eg eri aktivur, sigur Brandur, sum eisini gevst á Tórshavnar musikskúla.
Musikari og heilsøla
Brandur byrjaði sum 21 ára gamal sum yrkistónleikari við saxofon sum ljóðføri kring Norðnalond Hetta helt fram í tíggju ár til tey í 1965 fluttu til Føroya.
?Eg hevði altíð hug at flyta til Føroya, sigur Brandur.
Tey fyrstu nógvu árini í Føroyum høvdu Brandur og konan egna heilsølu. Brandur er annars útbúgvin bókbindari, men tónleikurin eigur hjarta hjá honum.
Síðst í áttatiárunum gjørdist hann leiðari fyri Skansastovu, sum skuldi verið avloysari fyri Perluna sum spælistað. Men hetta gjørdist ongantíð soleiðis, og tað var heldur musikskúlan, sum fekk Skansastovan til venjingar og annað.
Brandur hevur verið til at vant og mynda ein fittan part av rútmiska tónleikinum í Havn og í Føroyum.
Hann stóð í sínari tíð á odda fyri Bigband og hevur eisini spælt við í fleiri øðrum orkestrum.
Verkætlan
Ungdómurin hevur verið ein stórur partur av lívinum hjá Brandi í Føroyum. Og hesum sleppur hann ikki heilt enn.
Tónaungdómur, sum er eitt felag fyri ungar tónleikarar, fær í næstum limaskap í altjóða tónleikafelagnum fyri ung. Í hesum sambandi verður skipað fyri stórari tónleikastevnu í juli komandi, har einir 400 tónleikarar úr nógvum londum vera við.
Við sínum royndum verður tað sjálvsagt Brandur, sum fer at stíla fyri hesum. Og hann roknar eisini við, at hetta er passiligt at arbeiði, soleiðis at hann eisini fær tíð til síni hobby.