Nær flutti tú til Svøríki?
Eg flutti síðst í august í fjør. Hetta er at meta sum ein handverkaraútbúgving, og hon tekur tvey ár. Tað sum eg vil hava burturúr er, at finna mítt egna ljóð. Eg havi nógvar sangir, sum eg haldi eru ordiliga góðir, men eg havi ikki enn funnið tann heilt rætta sangin, sum eg hevði kunna brúkt til at marknaðarført meg við.
Hví flutti tú til Svøríki?
Eg havi havt samstarv við eitt svenskt felag sum eitur “Air Chrysalis”. Hetta er eitt felag, sum umboðar fleiri stór nøvn – m.a. James Blunt. Umvegis Air Chrysalis fekk eg samband við skúlan. Hetta samstarv riggaði væl, og eg fekk hug at koma til Svøríkið at læra meir.
Mær dámar tað stak væl. Svøríki er eitt serstakliga vakurt land, og her er rættiliga nógv ymiskt at síggja.
Hvussu er við málinum – dugir tú lokala málið?
Ja, nú gongur tað væl við málinum. Haldi at føroyingar hava lætt við at læra onnur mál. At byrja við, stungu nógv donsk orð seg uppí setningarnar, men nú haldi eg, at tað gongur heilt væl. Eg skuldi upp í eini skrivligari roynd fyrr í vetur, og hetta gekk bara væl. So eg kann ikki vera annað enn nøgdur við tað.
Hvussu er mentanin í Svøríki? – Líkist hon tí Føroysku?
Ja, eg haldi avgjørt at svenska mentanin minnir um tí føroysku. Sum heild haldi eg, at sviar eru fitt og gestablíð fólk. Tá ið tú arbeiðir saman við svium, haldi eg at tú merkir, at hetta er fólk, sum er sera professionelt. Tað er sera stuttligt hjá mær at upplivað, at sviar hava heilt aðra siðvenju innan tónleik og tónleikaídnaðin enn føroyingar. Her í Svøríki er tað so, at tónleikur og tónleikaídnaðurin verður tikin í álvara sum ein vinnuvegur. Í Føroyum eru vit nústani farin at skilja tónleik sum annað enn bara fjas; so hetta er eitt frískt lot.
Hóast eg ikki kann siga nakað um alt fólkið, so haldi eg, at sviar eru blíðir, friðarligir og nærlagdir.
Hvussu er maturin í Svøríki?
Eg haldi at maturin minnir um tann føroyska. Tú kanst keypa allan vanligan mat í matvøruhandlunum.
Hvussu er veðrið í Svøríki?
Veðrið er meiri støðugt enn í Føroyum. Tað er heitari um summari og kaldari um veturin. Men í ár hevur tað verið eitt sindur øðrvísi. Her uppi í Övik plagar at liggja um 25 kuldastig um veturin, men í ár hevur hitin ligið um frostmarkið.
Hevur tú ætlanir um at flyta heim aftur til Føroya?
Eg veit ikki enn. Eg havi ikki lagt alt lívið til rættis enn. Henda útbúgving tekur mær tvey ár, og síðan ætli eg at fylgja vindinum í eina tíð. Men sum flestu føroyingar, so havi eg eisini ætlanir um at flyta heim aftur.
Fakta um Brand:
Navn: Brandur Helgason Enni
Foreldur: Ninnie & Helgi Enni
Føddur: 15.04.1984
Føðistaður: Tvøroyri
Besti matur:
Føroyskur: Skerpikjøt
Útlendskur:
Allan góðan fisk
Útbúgving: Musikmakarna í Øvik, Norrland, Svøríki
Motto: Fylg hjartanum