Brandur legði upp til mál móti Juventus

Brandur Hendriksson Olsen spældi ein góðan dyst móti Juventus í dag. Endaði við javnleiki.

Brandur Olsen byrjaði inni í dystinum móti Juventus í Champions League kappingin fyri U19 lið. Hann legði upp til 1-0 málið við hornasparki, men mátti fara skaddur av vøllinum tjúgu minuttir fyri tíð. Dysturin endaði við javnleiki 2-2.

 

Brandur stóð seg væl á miðvøllinum. Hann átti millum annað frálíka avlevering, sum áleypari bara skuldi skjóta í mál, men tað eydnaðist ikki. Skálvíkingurin spældi mitt á miðjuni og var ágrýtin í trýstinum. Vísti góðan bóltførleika og yvirbikk við avleveringunum.

 

Tað var aftaná ein hálvan tíma, at Brandur legði upp til 1-0 málið hjá FCK. Hann tók sær av hornasparki í høgru, og sendi bóltin innfyri til mads Nordam, sum fekk fótin á.

 

Løtu seinni javnaði Juventus við skotið, sum at síggja til, ongantíð fór inn um málstrikuna. Talan var um klassiskt skot á yvirleggjaran, har bólturin brestur niður í vøllin. Helst var tað hjálpardómarin, ið dømdi bóltin inn, men sjónvarpsmyndirnar tykjast ikki vísa tað sama.

 

Í seinna hálvleiki kom FCK á odda 2-1 við mál, sum Yones Felfel skoraði. Síðani mátti Brandur fara av vøllinum við eini minni skaða. Hann tóktist halta, tá hann bleiv útskiftur. Juventus javnaði tíggju minuttir fyri tíð, og brendi brotsspark stutt seinni.

 

FCK er nú framvegis nummar tvey í bólkinum, og skal spæla móti Real Madrid um tvær vikur. 

 

Champions Youth League:

 

Bólkur B:

Juventus – FCK 2-2 (1-1)

Real Madrid - Galatasaray(Spæla í løtuni)

 

Støðan:

1.     Real Madrid 8

2.     FCK 7

3.     Juventus 5

4.     Galatasaray 2